Streymprísurin hækkar

Høgu oljuprísirnir dýrka elframleiðsluna, og SEV-stýrið skjýtur tí upp at hækka elprísirnar 10 oyru kWt SEV-stýrið skjýtur í fíggjarætlanini fyri 2008 upp, at elprísirnir hækka 10 oyru kWt, eftir at elprísirnir hava staðið í stað seinastu sjey árini.

Orsøkin er, at oljuprísirnir nú eru so høgir sum ongantíð fyrr í søguni hjá SEV, og felagið klárar ikki longur at halda tørn ímóti høgu oljuprísunum, um Elfelagið skal rekast á ábyrgdarfullan hátt, sigur felagið á heimasíðu síni.

Stýrið skjýtur eisini upp at útseta viðlíkahaldsarbeiðir fyri millióna upphæddir, og tað ber við sær, at elpríshækkingin bert verður 10 oyru kWt. Talan er um viðlíkahaldsarbeiðir, sum skulu gerast seinni, og tá er at vóna, at oljuútreiðlsurnar eru tálmaðar, so tað slepst undan at hækka elprísirnar uppaftur meira.