Styðjar McCain

Joe Lieberman, sum situr í amerikanska umboðsmannatinginum, sigur nú, at hann heldur republikanaran John McCain vera tann rætta mannin at taka við sum forsrti eftir George W. Bush. Joe Lieberman var limur í demokratiska flokkinum fyrr, og hann var eisini varaforsetaevni hjá Al Gore, tá hann stillaði upp ímóti Bush. Nú er Lieberman uttanflokkatingmaður, men hevur valt at styðja John McCain, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.