Fyrradagin gjørdi FIFA-forsetin sítt ítarsta at sannføra heimspressuna um, at suðurafrikanar verða lidnir við allar fyrireikingarnar, tá HM-endaspælið í fótbólti skal bríkslast í gongd tann 11.juni.
Nógvir ítróttarmiðlar kring heimin hava víst á, at fleiri leikvallir eru líkir byggiplássum, og eru alt annað enn klárir at taka í nýtslu.
Sepp Blatter sá 10 HM-leikvallir á túrinum á túri sínum í Suður-Afrika. - Allar konstruksjónirnar eru lidnar, og tað manglar bert at spæla royndardystir á tveimum av leikvallunum, áðrenn HM-endaspælið byrjar, slær FIFA-forsetin fast.
Sepp Blatter sigur seg ikki dáma, at fleiri partar av altjóða ítróttarpressuni hava verið so svartskygdir um, at suðurafrikanar ikki fóru at verða lidnir við allar fyrireikingarnar til ásettu tíðina.
- Tað verða altíð tey sum fara at ivast. Tað er synd, tí har sum ivi er, har rýkur álitið eisini. Tað voldar mær og FIFA nógvan ótta, segði Blatter á einum tíðindafundi á tí nýggja leikvøllinum í Durban. - Tað er eingin ivi, als eingin ivi. Lat okkum skipa fyri hesum HM-endaspælinum, og so mugu vit heldur tjakast seinast í juli, um hvussu alt gekk, segði Sepp Blatter við tíðindastovuna, AFP.
So seint sum ígjár vísti BBC World myndir frá einum leikvølli í Suður-Afrika, sum sá alt annað enn liðugur út.