Suðurbio 30.000 krónur frá Tuborg

Á samkomu í Tvøroyrar Klubba sunnudagin handaði Henrik Bådekær Thomsen, umboð fyri Tuborg, Suður Bio ein kekk á 30.000 krónur. Peningurin er ætlaður til keypið av stólum til biografin

?Tuborg grunnurin letur ikki pening til at fíggja rakstur, men er talan um eina ítøkiliga verkætlan, ið sær skilagóð út, vil grunnurin fegin stuðla. Verkætlnin hjá Suðurbio er ógvuliga skilagóð og ítøkilig, og tí var umsókn teirra um stuðul til keyp av stólum beinan vegin gingin á møti, segði Henrik Bådekær Thomsen, tá hann sunnudagin handaði Jean Dimon, nevndarformanni í Tvøroyrar Klubba, ein kekk á 30.000 krónur, fyri keypið av stólum til biografin.

Tá Tvøroyrar Klubbi fór undir verkætlanina um at gera ein biograf fyri alla oynna, varð søkt um stuðul úr ymsum grunnum. Ein av hesum grunnum var Tuborg Fonden, og játtaði hesin beinan vegin at rinda fyri stólarnar í biohøllini. Men orsøkin til, at Tuborg grunnurin valdi at stuðla biografinum var ikki tann, at Tvøroyrar Klubbi eigur og rekur biografin. Hesum vísir Henrik Bådekær Thomsen beinan vegin aftur. Hann sigur, at orsøkin rætt og slætt var tann, at verkætlanin um at gera ein biograf í Suðuroynni tóktist sera skilagóð. Og tá umsóknin harafturat var ógvuliga ítøkilig og greið, varð beinan vegin samtykt at ganga umsóknini á møti. Søkt varð nevniliga ikki um stuðul til rakstur av einum biografi í Suðuroynni, men til nakað so ítøkiligt, sum stólar til biografin.

Hóast Henirk Bådekær Thomsen, ið annars tekur sær av søluni av Tuborg øli til Føroya, avsannar, at Tuborg grunnurin hevur stuðla orsaka av, at Tvøroyrar Klubbi hevur Tuborg øl standandi í kuldaskápinum, dylur hann ikki fyri, at vón hansara er, at tey, ið vitja í biografinum eisini leita sær ein túr inn í klubban at fáa sær eina kalda Tuborg. Men hann leggur dent á, at biografurin eisini hevði fingið pening, um klubbin ikki hevði Tuborg í kuldaskápinum.


Á jøvnum føti við danir

Henrik Bådekær Thomsen sigur, at føroyingar kunnu søkja um stuðul frá Tuborg grunninum á jøvnum føti við danir. Hann sigur, at um føroyingar hava onkra skilagóða og ítøkiliga verkætlan, ið krevur stuðul, eru teir vælkomnir at søkja. To vísir hann á, at stuðul ikki verður latin til einstaklingar og til beinleiðis rakstur.


Gongst væl

Tað hevur gingist væl hjá Suðurbio, síðani hann lat upp 12. mars. Í salinum er pláss fyri 60 fólkum. Men fyri at biografurin skal bera seg, er neyðugt, at salurin í miðal er nærum hálvsettur til hvørja sýning. Hetta merkir, at talið av vitjandi skal vera 15.000 um árið. Men um tað gongst sum higartil, kann væntast, at talið av vitjandi fer at liggja væl omanfyri tey 15.000 í ár. Undirtøkan fyri biografinum hevur nevniliga verið ógvuliga góð.

?Eg haldi ikki, at vit hava havt so nógv vitjandi, bert tí at biografurin er nýggjur. Sjálvandi hevur hetta havt sína ávirkan, men eg haldi, at suðuroyingar veruliga hava saknað ein biograf, og tí taka teir eisini væl undir við honum, nú hann er komin, sigur René Christensen, ið er av teimum fýra, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at gera ein biograf fyri alla Suðuroynna.

Áðrenn biografurin lat upp, varð ein kanning gjørd millum næmingarnar í Miðnámsskúlanum í Vági, har spurt varð, hvørji tilboð ungdómurin í Suðuroynni saknaði mest. Og tá talt varð upp, vísti tað seg, at 97 prosent av næmingunum saknaðu ein biograf í oynni. Hesi hava eisini verið dyggir stuðlar hjá Suðurbio síðani fyrsta dagin. Men tó er tað ikki bert ungdómurin, ið stuðlar biografinum. Eisini teimum eldru dámar væl at stytta sær um stundir við einum góðum filmi. Á Tvøroyri vita tey um onkran, ið er farin yvir tey áttati, ið hóast høga aldurin hevur leitað sær niðan brøttu brekkuna til biografsalin.