Suðuroyingar arbeiða við at stovna sín egna flokk til løgtingsvalið

Misnøgdin er so stórt, at suðuroyingar tosa um at bjóða av

Suðuroyingar eru so misnøgdir við samgonguna, at tosað verður um at stovna nýggjan flokk við tí endamáli at virka fyri framburði í Suðuroynni.

 

Tað hava leysasøgur gingið um nú í nakrar dagar, og í morgun váttar Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, tað fyri okkum.

 

Hann vísir á, at tað er fólk, sum javnan eru frammi í Suðuroynni, sum arbeiða við tankanum, og ætlanin er eisini at fáa kend fólk í Suðuroy upp á listan. Borgarstjórin í Fámjin vil ikki nevna nøvn, men tað, vit hava hoyrt, er, at  talan er um fólk, sum eru frammi, ella hava verið frammi, í politikki, bæði landspollitikki og kommunupolitikki.

 

Jóanis Lisberg sigur, at hetta er ein avleiðing av teirri misnøgd sum valdar við politikkin hjá samgonguni mótvegis Suðuroynni, og tað eru nógv viðurskifti, suðuroyingar eru misnøgdir við.

 

Eitt, sum hevur elvt til stóra misnøgd er, at so lítið av menningarkvotuni endaði í Suðuroy, og tað hevur eisini elvt til stóra misnøgd, at landspolitikarar ikki taka spurningurin um eldraøkið í Suðuroy upp.

 

Útreiðslurnar av økinum eru so stórar, at kommunurnar í Suðuroy hava boðað frá, at tær eru við at hokna undir byrðuni og samstundis hevur landsstýrið lova at arbeiða fyri eini loysn, tó uttan at nakað er hent.

 

Borgarstjórin í Fámjin er heldur ikki serliga hugtikin av, at Hvalbiartunnilin verður boðin út í morgin, tí hann heldur, at tað er arbeitt alt ov seint. Arbeiddi samgongan skjótari, hevði  Hvalbiartunnilin minst verið komin í helvt nú, sigur hann.

 

 Sjálvur er hann eisini ógvuliga misnøgdur við, at eingi útlit eru fyri tunli til Fámjins fyrr enn um eini átta ella tíggju ár.

 

Samstundis minkar fólkatalið í Suðuroynni alsamt, samstundis sum at tað veksur nógv alla aðrastaðni og arbeiðsloysið er í Suðuroy er tvær ferðir so stórt sum alla aðrastaðni í landinum. Men suðuroyingar føla ikki, at hesi viðurskifti í roynd og veru verða tikin í álvara. Annars er tað.

 

Tíðliga í ár fekk Landsstýrið annars eitt álit frá øllum borgarstjórunum í Suðuroy um, hvørji menningartiltøk eiga at verða sett í verk í Suðuroy.