Hovstunnil
Tunnilin, sum nú skal gerast ímillum Øravík og Hov, eigur at verða gjørdur niðri í dalinum.
Tað sigur Landsverk í einum nýggjum tilmæli til Landsstýrið um, hvar ætlaði tunnilin ímillum Øravík og Hov skal vera.
Sostatt bendir alt á, at suðuroyingar fáa tað, sum teir vilja hava tað, tí í teir hava sett hart uppá, at tunnilin kal borast niðri í dalinum og ikki uppi í hæddini, har Landsverk upprunaliga ætlaði at gera hann.
Tá ið landsstýrið setti sær fyri at gera tunnil ímillum Øravík og Hov, varð Landsverk biðin um at kanna málið og at gera eitt tilmæli um, hvar tunnilin skuldi vera.
Landsverk mælti til at gera tunnilin nakað uppi í hæddini.
Men tað vóru tað nakrir suðuroyingar, sum ikki vildu góðtaka uttan víðari og teir spurdu sostatt norska felagið, NCC, um tað ikki bar til at gera tunnilin longri niðri í dalinum.
Ein tunnil niðri í dalinum er nógv betri fyri ferðsluna, tí hann liggur lægri og sostatt slepst undan fleiri brekkum og krøppum svingum, eins og tað slepst undan heilt nógvar nýggjari vegagerð í sambandi við tunnilin.
NCC, sum tá var í ferð við at bora undirsjóvartunnilin til Vágar, metti avgjørt, at tað bar til at gera tunnilin niðri í dalinum.
Tað endaði við at landsstýrið bað Landsverk gera sína meting av einum tunli niðri í dalinum.
Í summar hevur Landsverk sostatt gjørt nýggjar kjarnuboringar fyri at vita, hvussu fjallið er við atliti til at gera tunnilin niðri í dalinum.
Tær kanningarnar vóru lidnar herfyri og úrslitið varð sent til kanningar hjá tekniska ráðgevaranum hjá Landsverk, sum í hesum føri er norska felagið, Sweco Grøner.
Herfyri læt Sweco Grøner úrslitið frá sær og síðani hevur Landsverk gjøgnumgingið tilfarið.
Og fríggjadagin sendi Landsverk so vinnumálaráðnum eitt nýtt tilmæli um, hvar Hovstunnilin skal vera.
Og Landsverk er komin til somu niðurstøðu sum NCC, nevniliga at tað ber væl til at gera trunnilin niðri í dalinum.
Og sostatt mælir Landsverk eisini til, at Hovstunnilin verður gjørdur niðri í dalinum.
Fjallið er vánaligt- men brúkiligt
Í tilmæli sínum til vinnumálaráðið, sigur Landsverk, at kanningarnar vísa, at fjallið niðri í dalinum er rættiliga vánaligt á lutfallsliga longum teinum.
? Men eftir upplýsningum frá ráðgevarum okkara, er tøknin so framkomin í dag, at tað ber til at fremja verkætlanina, leggur landsverkfrøðingurin afturat.
Men verður hugsað um tunnilin einsamallan, er ein tunnil niðri í dalinum eitt sindur dýrari enn upprunaliga ætlaði tunnilin longri uppi í fjallinum.
Nýggju kanningarnar vísa, at tunnilin niðri í dalinum er einar 25 milliónir dýrari enn tann í erva.
Men verður tunnilin gjørdur í neðra, verður talan um so nógv minni vegagerð, at tilsamans verður tunnilin í neðra bara 8 - 9 milliónir dýrari enn tann í erva.
Men fyri at fáa eina heilt rætta samanbering ímillum dygdina í báðum tunlunum, skal eisini vísast á, at verður tunnilin gjørdur í erva, eigur eisini ein vegur at verða gjørdur í ein stóran boga inn í dalin Hovi fyri síðani at verða bundin aftur í landsvegin sunnanfyri Hov.
Hetta fyri at sleppa undan teimum longu brekkunum og krøppu svingunum.
Og verður tann vegurin eisini taldur við, verður tunnilin í neðra einar 6-7 milliónir bíligari enn tunnilin í erva.
Liðugur í 2007
Tí mælir Landsverk til at landsstýrið arbeiðir víðari við ætlanini at gera tunnil niðri í dalinum.
Og Landsverk sigur, at taka Landsstýrið og Løgting avgerð um arbeiðið skjótt, kann tunnilin bjóðast út í apríl.
Hann væntar at arbeiðið fer at taka eini tvey ár og verður borið skjótt at, kann tað sostatt verða koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2007.
Tilsamans er tunnilin niðri í dalinum mettur at kosta 142,5 milliónir og tá er allur vegurin eisini gjørdur. Sjálvur tunnilin er mettur at kosta 124,6 milliónir og vegurin 17,9 milliónir.
Men sum tað sæst á talvuni, er talan um nógv minni vegagerð, enn um tunnilin verður gjørdur í erva og verður alt talt saman, verður tunnilin í dalinum heldur bílagari enn tann í erva.
Sum tað eisini sæst í talvuni, verður tunnilin í neðra 2437 metrar langur.
Landsverk leggur afturat, at tunnilin í neðra er betri við tað at hann liggur lægri, og farleiðin er stytri-og so er hann eisini bíligari samantalt enn tunnilin í erva.
Og tí heldur hann, at tað er óneyðugt at gera eina kost-nyttukanning av verklætlanunum.