Suðuroyingar fáa útvarp um 14 dagar

Suðurrás fer í fyrstu syftu atsenda eina tíma um vikuna, tá ið vetrarskráin hjá Útvarpinum byrjar

Lokalvarp

Um einar 14 dagar fáa suðuroyingar sítt egna útvarp - um enn tað verður við ógvuligari avmarkaðari senditíð.
Ùtvarpsrásin Suðurrás, sum varð stovnað fyrr í summar, fer nevniliga at senda seinni í hesum mánaðinum.
Suðurrás verður við í útvarpsskránni hjá Útvarpi Føroya og fyribils fer lokalvarpið hjá suðuroyingum at senda ein tíma um vikuna.
Arbeiðið verður skipað soleiðis, at manningin á Suðurrás fer at gera sendingarnar, sum Útvarp Føroya síðani keypir og sendir.
Á kunnandi fundi um Suðurrás í Stóra Pakkhúsi í Vági týskvøldið, greiddu stigtakararnir til lokalvarpið frá ætlanum sínum.
Á fundinum greiddi formaðurin í nevndini fyri Suðurrás, Bjarni Johansen frá, at fyribils er ætlanin, at Suðurrás skal enda frá klokkan 17 til 18 hvønn týsdag í vetrarskránni hjá Útvarpi Føroya. Men hann minti samstundis á, at tað er ikki endaliga avgjørt, so tíðin og dagurin kann verða broytt, tá ið vetrarskráin er endaliga løgd.
Bjarni Johansen segði, at Suðurrás fer bara at senda tilfar úr Suðuroynni. Talan kann verða um samrøður við suðuroyingar, frágreiðingar um hendingar og tilburðir í oynni og annað.
Hann legði samstundis dent á, at at Suðurvarp er ikki eitt lokalvarp fyri Vág, ella fyri syðru helvt, men tað er fyri alla oynna. Tey fara sostatt at leggja doyðin á at senda tilfar úr allari oynni, heilt úr Sumba til Sandvíkar.

Senda allan dagin
Umframt tilfar til hendan eina tíma um vikuna, halda menninir aftanfyri Suðurrás, at tað er ikki óhugsandi at Suðurrás eisini fer at hava okkurt íkast til onkra morgunsending av og á, og hendir okkurt heilt avgerðandi í Suðuroy, kunnu eisini onkur tíðindi til Útvarpið koma upp á tal.
Teir duldu tó heldur ikki fyri, at ætlanin var at skeypa teirra egna sendara so skjótt, sum tað læt seg gera.
Endamálið er nevniliga at gera eitt veruligt lokalvarp fyri Suðuroynna, sum fer at senda ein part av samdøgurinum, eins og Rás 2 ger.
Nær tað er komið so langt, er ilt at siga, tí tað kostar ikki heilt frítt. Men fyribils máttu teir samstundis staðfesta, at suðuroyingar høvdu verið dyggir atstuðla Suðrrás, eitt nú hava allar kommunurnar í oynni, stuðla tiltakinum fíggjarliga - men enn er onki svar komið frá Porkeris- og Hvalbiar Kommunu, tet vóna tó eisini at frætta haðani.
Tað vóru heilt fá fólk møtt á kunnandi fundinum týskvøldið, men fyrireikararnir ivaðust ikki í, at hetta komst av, at enn var ætlanin so lítið ítøkilig, og at áhugin fór at veksa munandi, tá ið Suðurrás var farið at senda og fólk høvdu vant seg við tað.
Og tað verður eisini neyðugt við stórum áhuga, tí tað er ikki so lítið krevjandi at at gera útvarp, hóast teknikkurin er nógvar ferðir lættari at fáast við nú á døgum, enn hann var bara fyri nøkrum fáum árum síðani.
Ti vónar nevndin í Suðurrás eisini, at fólk bjóða seg frma at hjálpa til at gera sendingar fyri Suðurrás, tí skal alt arbeiði hanga á nevndini einsamallari, fer tað ikki at bera til í longdini.
Upptøkuhøli og -útgerð eru fingin til vega. Suðurrás heldur til í hølum uppi á Litbúðini mitt í Vági.
Næsta týskvøld verður kunnandi fundur um Suðurrás á Tvøroyri