Tað er bara vindurin, sum heldur elframleiðsluni í Suðuroy koyrandi í dag.
Sreymframleiðslan úr vindi er í hesi løtu 99,8 prosent. Rrestin, 0,2 prosent, verður framleitt úr sólorku í morgun.
Elframleiðsla úr olju og vatni er 0 prosent.
Taka vit framleiðsluna fyri alt landið, so er framleiðslan av streymi úr vindi í hesi løtu 72,3 perosent. Framleiðslan úr olju er 22,9 prosent og framleiðslan úr vatni 3,3, úr biogassi 1,5 meðan framleiðslan úr sólorku er 0,01 MW, sum í prosentum verður rundað til 0 prosent.