Fuglfirðingar vóru væl nøgdir, tá teir eftir fyrsta umfar fóru úr Runavík við málleysum javnleiki, og einki er at siga til, at teir vóru ikki minni væl nøgdir, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð dýra biðjudag, og teir høvdu fingið trý stig á heimavølli. Tí henda dagin hekk tað óvanliga illa saman hjá ÍF. Hjá teimum vóru nógv fleiri sendingar skeivar, enn tað vóru rættar, og tískil bleiv tað til nógv sparkarí í staðin fyri at bólturin varð spældur.
Sumbingar brúktu nógv langar sendingar, men tær vóru væl neyvari, enn tær hjá heimaliðnum vóru, og Sumba hevði bóltin meiri, enn teir á heimaliðnum høvdu hann. At tað ikki eydnaðist at fáa stig burturúr komst ikki minst av, at sumbingar stóran part av tíðini vóru undirmannaðir. Longu í 1. hálvleiki reyk málverjin, Annfinn Thomsen, út. Kim Ejdesgaard vísti honum reyða kortið, tí hann hevði brúkt hendurnar uttanfyri brotsteigin. Sumbingar hildu dómin vera harðan, tí teir mettu ikki, at talan var um upplagdan málmøguleika, men tað metti dómarin altso.
Hóskvøldið í síðstu viku varð hin málverjin hjá Sumba, Rúni Lisberg, skaddur undir venjing, og tískil noyddist Marlon Kjærbo í málmanstroyggjuna. Marlon stóð seg væl, men at ein maður restaði úti á vøllinum setti sjálvandi dám á hjá Sumba, sum hóast alt stóð seg merkiliga væl.
Og eitt korter undan leikloki var reyða kortið næstu ferð á lofti. Hesa ferð var tað Nikola Biberdzic, ið noyddist undir brúsu áðrenn hinir, tí hann fekk seinna gula kortið.
Málini
Eyðun Samuelsen, sum beinanvegin tóktist plágaður av vøddaskaða, setti hol á fyri heimaliðið. Eftir innlegg sneiddi hann framvið málverjanum og skoraði.
Men Sumba svaraði aftur beinanvegin, og tað málið má Erling Joensen taka á seg. Nikola royndi seg við langskoti úr einum 26 metrum. Tað tóktist ikki serliga vandamikið, og málverjin tóktist hava fullkomuliga tak á støðuni, men bólturin fór millum beinini á honum, og so var aftur javnt.
Hóast teir bara vóru níggju menn, so hildu sumbingar tørn, til tað bara restaðu tveir minuttir. Tá skoraði stóri verjuspælarin Tomasz Przybilski. Hann varð fluttur fram í álopið, tá tað fór at tynnast á mótstøðuliðnum, og hann var hægstur og stútaði innlegg úr høgru í kassan.
Sumbingar iðraðu seg, og tað var einki at siga til. Teir høvdu havt møguleikar til at fáa mál, men úrtøkan var ikki nóg stór. Fuglfirðingar vóru hepnir, tá eitt útspark frá Erlingi Joensen rakti í krovið á Birgiri Jørgensen og fór ein lítlan metur við síðuna av málinum, og teir vóru eisini hepnir, tá Hans Jákup Thomsen, ið var innskiftur, fekk fatur á fløtum útsparki frá málverjanum. Málið var tómt, men sumbingurin trillaði bóltin dygst við síðuna av stólpanum. Tá vóru ellivu fuglfirðingar og níggju sumbingar á vøllinum!
ÍF: Erling Joensen ? Eyðolvur Petersen, Tomasz Przybilski, Chris Knight, Torstein Joensen, Høgni Hansen ? Áslakur R. Petersen, Roy Róin, Rúni Petersen ? Robert Cieslewicz, Eyðun Samuelsen
Sumba: Annfinn Thomsen ? Sonni Kjærbo, Marlon Kjærbo, Páll Magnar Kjærbæk, Mortan úr Hørg, Spasojé Biberdzic ? Nikola Biberdzic, Jan Poulsen, Dánial J. Joensen ? Birgir Jørgensen, Nebojsa Velkovic.