Sunniva Willemoes vil hava heiðursmerki

Betri deildin kvinnur: Fleiri broytingar hav verið í hópinum og á bonkinum

Sunniva Willemoes her í nærdysti við Malenu Olsen í steypafinaluni - Mynd: Bjarni Enghamar / savnsmynd

Komandi vikuskiftið verður hol sett á landskappingina í bestu kvinnudeildini. Í tí sambandið hevur Fótbóltssambandið hugt nærri at liðunum í Betri deildini. Eitt av teimum er HB.

 

Í landskappingini í fjør endaði HB á triðja plássi, og í steypakappingini spældu tær seg allan vegin til finaluna, har tær í einum spennandi dysti máttu lúta fyri greipuvinnarunum úr Klaksvík. Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru veruliga í hæddini nú, greiðir Sunniva Willemoes frá. 

 

– Vit hava fyrireikað okkum væl til komandi kappingarár. Vit hava havt strævnar og gevandi venjingar seinastu tíðina, soleiðis at vit kunnu vera so klárar til kappingarbyrjan sum møguligt, sigur hon í samrøðu við FSF.fo. 

 

Ávísar broytingar eru í hópinum samanborið við í fjør. Rebekka Benbakoura og Sara Samson Lamhauge eru farnar til onnur feløg, men HB hevur fleiri ungar og evnaríkar spælarar á veg upp, sum nú væntandi fáa størri leiklutir. Og uttanfyri vøllin hava tær nýggjan høvuðsvenjara í Lukasz Cieslewicz, umframt at John Petersen herfyri varð kunngjørdur sum nýggjur hjálparvenjari.

 

Úrtøkan í fjør gjørdist sum nevnt bronsa í landskappingini og silvur í steypakappingini, og Sunniva Willemoes sigur, at HB eisini í ár ætlar sær at spæla við um heiðursmerkini. 

 

– Endamálið er fyrst og fremst at hava eina stabila gongd í kappingarárinum, har vit vísa okkara bestu síðu frá byrjan til enda. Málsetningurin í ár er sjálvandi eisini at røkka onkrum heiðursmerkjum, sigur hon at enda.

 

HB byrjar við eini grannauppgerð móti B36.

 

Sunniva Willemoes her í nærdysti við Malenu Olsen í steypafinaluni - Mynd: Bjarni Enghamar / savnsmynd