Svøvnleysar nætur

So at siga síðani fyrsta skotið fyri Norðoyatunlinum borðoyarmegin varð latið av tann 20. apríl hava fólk har um leiðir havt svøvnleysar nætur av buldrinum frá skotunum, so hvørt sum tey verða latin av

Klaksvík:
Tað hevur buldrað og larmað í Borðoyavík í einar tvær vikur nú. Ristingarnar frá skotunum kennast gjøgnum mergin. Buldrini hoyrast langt inn í býin, men tó kemst ikki rundan um, at tey, ið hoyra og føla mest, eru tey, sum búgva nærmast við.
Yviri á Gravarbø hevur altíð verið gott og friðarligt at búgva. Eitt sindur av ferðslu, tað er tað heila. Men nú buldrar øgiligt hvørjaferð skot verður latið av. Og tað er líkamikið um tað er dagur ella nátt. Tá tað er liðugt at løða, verður skotið. Umleið tvær ferðir um samdøgurið.
Sum skilst, so er hetta tó ikki nakað, sum beinleiðis fær ilt í fólk, tí tey hava væntað tað. Men tó so, kann tað neyvan vera stuttligt at vakna við kaldan dreym hvørja nátt, tá sprongt verður.
Gjøgnum dagin órógvar tað ikki so nógv. Sjálvandi hoyrist alt væl, og ristingarnar eru tær somu, men tað er ikki tað sama, sum tá fólk liggur og svevur.
Tó er hetta ikki nakað, sum fólkini klaga um. Tey siga, at tey vita, at tað er bert ein stutt tíð, so eru teir komnir so mikið langt inn í fjallið, at tað ikki verður ein trupulleiki meira.
Men tað er ikki bara á Gravarbø, at tað hoyrist og merkist væl. Eisini oman Bøgøtu, sum liggur stutt frá vegnum út í Borðoyarvík, merkja tey hvørt skot væl. Í einum húsum datt eitt stereoanlegg á gólv, tá eitt skot gekk av.
Tó er ikki, sum Sosialurin skilir, nakað dømi um, at nakar skaði er komin á hús. Okkurt hevur verið at hoyrt um miseydnaði skot, men annars ikki nakað annað.

Fer at batna skjótt
Ulf Hansen, arbeiðsformaður við Norðoyatunnilin, sigur, at tað verður ikki so longi afturat, áðrenn tað fer at batna vð ganginum. Teir eru nú komnir umleið 65 metrar inn, og nærkast svinginum.
? Tá vit eru komnir í svingið, fer tað at batna skjótt, men ristingarnar fara helst at kennast kortini, sigur hann. Og leggur afturat, at tað allarhelst er batnað longur nú í mun til í byrjanini.
Tilfarið, sum arbeitt verður við, er ikki av tí besta, sigur Ulf, og tískil verður betong sproytað upp undir fyri at varðveita so trygg arbeiðsviðurskifti sum gjørligt. Ulf heldur, at orsøkin til, at tilfarið er so ringt at hava við at gera kann vera, at fjallið er so ungt, sum hann málber seg.
Arbeiðið gongur væl hóast tilfarið ikki er so gott, og mikudagin tá Sosialurin kom framvið vóru teir næstan lidnir at løða og skuldu sprongja um ein tíma. Arbeitt verður í tveimum vaktum, og tað eru bara tveir tímar um samdøgurið, at onki virksemi er í tunlinum.
So tað eru ikki bara tey, sum búgva í nánd, sum hava svøvnleysar nætur. Tað hava teir, sum arbeiða hvørja nátt í tunlinum, so sanniliga eisini.