Tað varð vónað, at tað skuldi vignast soleiðis, sum tað gjørdi, tá ið Føroyar fyri einum ári síðani megnaðu málleysan javnleik á heimavølli ímóti favorittunum úr Ungarn.
Soleiðis tørnaði tað ikki út. Í kvøld endaði tað við 2-0 tapi á heimavølli ímóti stórfavorittunum úr Sveis. Sveis eigur eitt av heimsins bestu landsliðum, og tað man vera lítil ivi um, at sveisararnir vera í HM endaspælinum um eitt ár.
Eftir fyrsta korterið, tá ið tað gekk javnt á, varð ferðin økt, føroyska liðið varð illa kroyst, og tað illa at fáa skipað samanspæl í lag.
Føroyska liðið vísti sera góðan hugburð. Serliga síðsta korterið høvdu føroysku spælararnir bóltin. Fyrstu fimm korterini var Sveis greitt omaná. Leikferðin var høg, og føroyska liðið var í longum løtum trýst aftur í og kring egnan brotsteig.
Stóra sveisiska pressið bar mál við sær tíggju minuttir undan steðginum, og eitt korter eftir steðgin øktu sveisararnir til 2-0.
Í seinna hálvleiki vóru tríggir nýggir settir inn á føroyska liðið, og teir vístu seg at vera sera eyðsýndir. René S. Joensen, Karl Løkin og Odmar Færø vístu allir, at tað næstu ferð verður stór kapping um plássini á liðnum.
Føroyar-Sveis 0-2 (0-1)
0-1: Granit Xhaka 36.
0-2: Xherdan Shaqiri 59.
Dómari: Paolo Maxxoleni úr Italia
4.593 áskoðarar
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen (Odmar Færø, 70.), Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson (Karl Løkin, 66.), Fróði Benjaminsen, Gilli Rólantsson – Klæmint A. Olsen (René S. Joensen, 61.), Finnur Justinussen
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Gilli Rólantsson Sørensen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Páll A. Klettskarð, Pól Jóhannus Justinussen, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Eli Falkvard Nielsen, Patrik Johannesen
Venjari: Lars Olsen
Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen
Sveis: Yann Sommer – Stephan Lichsteiner, Manuel Akanji, Johan Djourou, Francois Moubandje – Valon Behrami, Granit Xhaka – Xherdan Shaqiri, Blerim Dzemaili, Admir Mehmedi – Haris Seferovic
----
LIÐUGT
0-2
94) 0-2
Eftir innlegg úr høgru stútar René S. Joensen, men bólturin fer omanfyri málið.
92) 0-2
So var tætt við 3-0. Stephan Lichsteiner strýkur ígjøgnum í høgru, smekkar til og bólturin fer dygst uttanfyri handaru samankoming.
90) 0-2
Fýra minuttir lagdir aftrat.
GULT KORT. Gilli Sørensen sær gula kortið fyri púra óneyðugt fríspark frammarlaga á vøllinum.
88) 0-2
Teir tríggir innskiftu spælararnir - René S. Joensen, Karl Løkin og Odmar Færø - standa seg sera væl.
86) 0-2
Føroysku spælararnir hava nú ofta gott tak á bóltinum og samanspælinum. Trupulleikin er, at tað ikki er tyngd og broddur, tá ið føroysku spælararnir nærkast b rotsteiginum.
85) 0-2
Sveis skiftir út: Freuler avloysir Blerim Dzemaili.
82) 0-2
Fróði Benjaminsen kemur aftur á vøllin.
Fínt samanspæl millum Sølva Vatnhamar, Finnur Justinussen og René S. Joensen, men verjan kemur ímillum.
81) 0-2
4.593 áskoðarar eru á Tórsvølli í kvøld verður upplýst.
80) 0-2
Fróði Benjaminsen liggur skaddur á vøllinum. Allar skiftingarnar eru gjørdar. Teir royna at pjøssa upp á Fróða, sum ikki plagar at geva skarvin yvir.
74) 0-2
Ferðin er lækkað heilt nógv. Sveisararnir tykjast vera nøgdir við støðuna, sum hon er.
72) 0-2
Tað tykist rigga, tá ið føroyingarnir royna at spæla saman, men sjálvsálitið er ikki í topp nú.
70) 0-2
Nú var sera tætt við 3-0. Eftir innlegg úr høgru verður stútað dygst framvið stólpanum.
Odmar Færø avloysir Jóhan Troest Davidsen, sum tykist eitt sindur darvaður av skaða.
Føroyar hava brúkt allar tríggjar møguleikarnar at skifta út.
67) 0-2
Gott føroyskt uppspæl í vinstru, men innleggið hjá Viljormi Davidsen er óneyvt, og bólturin fer væl omanfyri og aftanfyri málið.
66) 0-2
Karl Løkin avloysir Hall Hansson, sum fer skaddur av vøllinum.
64) 0-2
René S. Joensen leggur innfyri úr vinstru, men bólturin fer út til málspark.
62) 0-2
Zuber verður settur inn í staðin fyri Mehmedi.
61) 0-2
René S. Joensen avloysir Klæmint A. Olsen.
60) 0-2
Klæmint A. Olsen roynir við skoti, men bólturin fer við síðuna av málinum.
59) 0-2
0-2: Xherdan Shaqiri
Eftir óneyvt málspark og óneyva temjing verður bólturin spældur fram til Xherdan Shaqiri, sum rennur frá Jóhan Troest Davidsen og leggur eitt sindur úr vinstru bóltin í handara síðunetið.
58) 0-1
Sveis vinnur horna í vinstru.
56) 0-1
Besta føroyska støðan leingi endar við ongum. Fróði Benjaminsen leggur innfyri, men Gilli letur bóltin trilla av vøllinum, tí hann heldur tað vera horna. Gilli átti í hesi støðuni, at fingið tak á bóltinum og lagt innfyri, tí tað hevði hann møguleika til.
55) 0-1
Føroysku spælararnir vísa framvegis framúr góðan hugburð. Teir arbeiða sera nógv og væl og ofra seg totalt.
52) 0-1
René S. Joensen ger seg kláran at verða skiftur inn á føroyska liðið.
51) 0-1
Leikgongdin líkist nógv henni undan steðginum.
50) 0-1
Atli Gregersen gevur horna í vinstru.
48) 0-1
Odmar Færø og Pól Jóhannus Justinussen hita upp.
46) 0-1
Føroyska liðið gevur bóltin upp. Teir somu eru á vøllinum, sum vóru har undan steðginum.
--
Tað er kærkomin hvíld. Tølini siga, at Sveis hevur havt fimm royndir á føroyska málið, og Føroyar hava onga roynd havt á sveisiska málið.
Føroyingar hava fýra ferðir blokerað sveisiskum royndum, og sveisarar hava ikki havt fyri neyðini at blokera nakra føroyska roynd.
Sveis hevur havt fýra horna, og Føroyar hava einki hornaspark havt í fyrra hálvleiki.
Ivaleyst verður ein innskiftur á sentrala føroyska miðvøllin í staðin fyri annan av álopsspælarunum.
--
HÁLVLEIKUR
0-1
Ein minuttir lagdur aftrat.
Hallur Hansson verður hálvaður niður á miðjuni, og dómarin bríkslar fyri frísparki til Sveis!
45) 0-1
Nú skola álopini ígjøgnum í høgru. Hesaferð endar tað við málsparki.
44) 0-1
Xhaka smekkar til, og tað verður blokerað til horna í vinstru. Gunnar Nielsen heldur bóltinum eftir innleggið.
43) 0-1
Pressið er øgiligt. Nú endar uppspæl í høgru við horna til Sveis og so eitt aftrat.
41) 0-1
GULT KORT: Fróði Benjaminsen sær reyða kortið fyri ógvusligt fríspark. Men til alla lukku hevur dómarin tikið skeiva kortið úr lummanum. Tað reyða fer aftur í lumman, og tað gula verður víst føroyska metmanninum.
39) 0-1
Klæmint A. Olsen verður hildin á brotsteigarmarkinum, men dómarin tigur. Ófatuligt.
36) 0-1
0-1: Granit Xhaka
Miðvallarin sneiðir seg leysan, og eitt vet til vinstru smekkar hann við fløtum skoti bóltin dygst inn fyri handara stólpa.
35) 0-0
Nú ridlar av álvara. Føroyska liðið er framvegis væl skipað, men allir spælararnir eru heilt aftarlaga.
32) 0-0
Við frísparki úr høgru verður lagt í brotsteigin, har Granit Xhaka við høvdinum lyftir upp um Gunnar Nielsen, og bólturin dettur niður á tvørtræið, áðrenn hann fer út til horna.
31) 0-0
Nú er langt síðani, at føroysku spælararnir vóru á mótstøðuhálvuni.
29) 0-0
Fínt samanspæl í føroyska brotsteiginum, og meðan verjuspælararnir vilja hava linjuverjan at veitra fyri rangstøðu, bjargar Gunnar Nielsen føroyingum úr tronganum. Sveisararnir eru skjótir aftur í brotsteiginum. Nú stendur av álvara á.
27) 0-0
Føroysku spælararnir royna at fáa ferðina niður. Gunnar Nielsen tøvir við at taka bóltin.
26) 0-0
Eftir innlegg úr høgru er Admir Mehmedi leysur tíggju metrar úr málinum, tá ið hann smekkar til, og Gunnar Nielsen bjargar.
25) 0-0
Nú stendur á. Leikferðin hjá Sveis er ógvuliga høg, føroyska liðið verður trýst aftur ímóti egnum brotsteigi, og tað gongur ikki so væl í samanspælinum.
22) 0-0
Gunnar Nielsen bjargar, tá ið Blerim Dzemaili roynir seg úr 20 metrum. Nú er aftur ein løta, tá ið Sveis hevur bóltin heilt nógv.
18) 0-0
Klæmint og Finnur arbeiða sum hestar í fremstu røð - í verjupartinum - og sjálvsálitið á føroyska liðnum kennist vera stórt.
16) 0-0
Tað hongur sera væl saman millum føroysku keturnar, og enn einaferð geva sveisararnir innkast í vinstru, eftir at framúr væl upplagdi Gilli var um at bróta ígjøgnum.
14) 0-0
Fínt føroyskt álop í høgru. Sølvi Vatnhamar leggur innfyri, og tað er um reppið, at Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen í málteiginum fáa fatur á.
12) 0-0
Trýstið økist, og føroysku spælararnir hava ikki so lætt við at samanspæla fleiri ferðir. Gilli Rólantson kennist vera sera væl upplagdur.
10) 0-0
Føroyska liðið er ágangandi, og enn hevur talan ikki verið um støðugt sveisiskt trýst.
08) 0-0
Spent støða í føroyska brotsteiginum eftir høga sending fram ímillum, men tað verður ruddað burtur í føroyska brotsteiginum.
08) 0-0
Sveis myndar tolið álopsspæl.
06) 0-0
Gilli kastar úr vinstru og í brotsteigin, men Jóhan Troest Davidsen ger fríspark.
04) 0-0
Tað gongur øgiliga skjótt. Hálvan minutt eftir føroysku royndina gevur Gunnar Nielsen horna, sum einki spyrst burturúr.
04) 0-0
Væl upplagdi Gilli Rólantsson brýtur ígjøgnum, fintar og eftir innlegg verður ruddað burtur í sveisiska brotsteiginum.
03) 0-0
Góð føroysk støða frammarlaga í vinstru, men Gilli Rólantsson tøvir, og so verður ruddað burtur.
02) 0-0
Bólturin strýkur dygst uttanfyri stólpan, tá ið Stoke spælarin Xherdan Shaqiri roynir seg við frísparki. Tætt við.
01) 0-0
Sveis fær fríspark úr átjan metrum og næstan mitt fyri. Óneyðugt fríspark eftir skjótt mótálop, tá ið Føroyar hevði verið í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum.
01) 0-0
Sveis gevur bóltin upp.
00)
Spælararnir eru á veg inn á vøllin.
Fremstur í føroysku røðini er liðformaðurin Atli Gregersen, føroyameistari við Víkingi.
Fremstur í sveisisku røðini er liðformaðurin Stephan Lichtsteinar, italskur meistari við Juventus.
00)
Tað er italiumaðurin Paolo Maxxoleni, sum er dómari á Tórsvølli í kvøld.
Føroyar-Sveis kl. 19.45
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Gilli Rólantsson – Klæmint A. Olsen, Finnur Justinussen
Sveis: Yann Sommer – Stephan Lichsteiner, Manuel Akanji, Johan Djourou, Francois Moubandje – Valon Behrami, Granit Xhaka – Xherdan Shaqiri, Blerim Dzemaili, Admir Mehmedi – Haris Seferovic