Sven Göran Eriksson meksikanskur landsliðsvenjari

60 ára gamli svenskarin, Sven Göran Eriksson, sum var landsliðsvenjari hjá Onglandi árini 2001-2006 hevur skrivað undir ein 2-ára sáttmála við meksikanska fótbóltssambandið. Øll leiðslan í meksikanska fótbóltssambandinum stóð saman um at útnevna svenskaran til landsliðsvenjara. ?At føra Meksiko til heimsmeistaraskapið í Suður-Afrika í 2010 er ein stór avbjóðing. 120 miljónir fólk eru ógvuliga spent uppá tað, og tað er í sær sjálvum ógvuliga motiverandi.? sigur Eriksson við bretskar fjølmiðlar. Eriksson var tann einasti biðilin til rættuliga heita venjarasessin, men tá ein hevur verið enskur landsliðsvenjari, so kann ein venjari óivað tola alt. Sven Göran Eriksson tekur við sessinum tann 21. juni, og er hann tann fyrsti útlendski landsliðsvenjarin hjá Meksiko síðani serban, Bora Milutinovic, sum segði seg úr starvinum í 1997.