Svend Sivertsen stillar upp til val

- Føroyar eiga í størri at leggja seg eftir at føra ein fíggjarpolitikk, har tað almenna heldur aftur við sínum íløgum í góðum tíðum, sigur Svend Sivertsen.

Eftir áheitan frá Norðoya Sambandsfelag hevur Svend Sivertsen, arkitektur, játtað at stilla upp til løgtingið. Hann er ættaður úr Vági og hevur starvast í Keypmannahavn og Nuuk, og hevur seinastu 10 árini starvast sum arkitektur í Føroyum.

 

Svend Sivertsen hevur eitt nú verið formaður fyri Arkitektafelag Føroya. Hann er giftur, og eiga Maria og Svend trý børn og býr.

 

- Eg fari at arbeiða miðvíst fyri at tryggja eitt akademiskt umhvørvi, har vitanarstørv verða varðveitt og ment í Føroyum.

 

Hann vísir á, at eitt slíkt umhvørvi tryggjar tætt samstarv millum gransking og framleiðsluvinnu, so neyðug vitanin til virðisøking av virðismikla tilfeinginum kemur øllum samfelagnum til góðar.


- Á fíggjarliga økinum eri eg sannførdur um, at vit eiga at halda fast í tí kós, sum verandi samgonga hevur sett út í kortið.

 

Svend Sivertsen heldur, at Føroyar í størri mun eiga at leggja seg eftir at føra ein fíggjarpolitikk, har tað almenna heldur aftur við sínum íløgum í góðum tíðum, og tá virksemið minkar er til reiðar at gera rættar og vælumhugsaðar íløgur.

 

Norðoya Sambandsfelag hevur triðja og seinasta uppstillingarfundin í kvøld, mikukvøldið, klokkan 20 í Skótahúsinum í Klaksvík.