Meðan tað verður riggað til kappróður á fjarðastevnu á Skála, so er tað hugaligt at staðfesta, at ein føroyskur rógvari ger seg galdandi millum teir bestu í altjóða kapping.
Sverri Nielsen luttekur í World Cup ísingle scullara. Kappingin er í Lucern í Sveis, har tað hevur verið kappast síðani hósdagin.
Í innleiðandi umfarinum var treytin fyri at halda fram í kappingini í minsta lagi fjórða pláss. Sverri Nielsen gjørdi bart og vann sín riðil í innleiðandi umfari.
Í gjár var fjórðingsfinala, og tá gekk tað eisini væl hjá føroyska rógvaranum, sum umboðar Danmark. Tá var treytin fyri at sleppa í hálvfinaluna, at Sverri var millum tríggjar teir fremstu. Aftur í gjár stóð hann royndina við ein glans, og so var hálvfinalan á skránni í dag.
Tað gekk aftur upp á stás. Eftir fimm hundrað metrar var Sverri á triðja plássi, eftir túsund metrar hevði hann tikið seg fram á næstfremsta pássið. Tað helt hann tørn um og kvalifiseraði seg harvið at vera við í A finaluni í morgin. Tíðin hjá Sverra Nielsen í dag var 7.01.86. Tíðin hjá cubanska vinnaranum var 6.59.94.