Svøríki setir nýtt met í smittu

Talið av deyðum í Svøríki við covid-19 nærkast nú 15.500. Í Danmark eru 3.340 fólk deyð við koronu, og í Noregi er talið 1.350. 

Svøríki var millum tey lond um okkara leiðir, sum gjørdist rættiliga hart rakt, tá koronu-farsóttin fór at gera um seg. 

 

Landið valdi ikki at fara nakað serligt niður í ferð, eins og flestu grannalond gjørdu.

 

Hetta gjørdi, at smittan spjaddi seg víða um landið. Nógv fólk gjørdust smittað, og talið av deyðum gjørdist lutfalsliga stórt.

 

Mikudagin setti Svøríki nýtt met í smittu við 23.877 nýggjum tilburðum og hósdagin, sum var í gjár, gjørdist talið 17.376.

 

17.376 tilburðir er næsta størsta tal av smittaðum í Svøríki í eitt samdøgur.

 

Í Svøríki búgvi stívliga 10 miljónir, og samlaða talið av smittaðum í landinum er nú komið upp á 1,4 miljónir tilburðir.

 

Talið av deyðum í Svøríki við covid-19 nærkast nú 15.500, sum er eitt nógv størri tal enn eitt í Danmark og Noregi.

 

Í Danmark eru umleið 3.340 fólk deyð við koronu, og í Noregi er talið 1.350.