Felagið, sum nú fær Amed Davy Sylla í hópin, er Birkikara, sum í fjør var mótstøðulið hjá B36 í Champions League undankappingini.
Ta uppgerðina vann B36. Ikki minst takkað verið Sylla, sum tvey av málunum í 3-0 sigrinum hjá B36 á Malta.
Líka síðani fyrru uppgerðina hevur maltesiska liðið sýnt áhuga fyri Sylla, men fram til í heyst hevur hann tó verið sáttmálabundin at B36.
- Sylla hevur hug at royna nakað annað nú. Eisini tí familjan ikki hevur trivist so væl í Føroyum. Enn er sáttmálin ikki undirskrivaður, men eg kann vátta, at spælarin er ávegis til Malta, og at tað er lagt upp til sáttmála í hálvt ár, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Sylla.