Aftur í ár fer Vestmanna Sangkór at stíla fyri jóla sangløtu í Kirkjuni í Vestmanna. Hóskvøldið 11. desember kl. 20:00 syngur kórið jólini inn saman við nýggja kórleiðaranum, Ann ? Kristin D. Hansen, musikklærara, og Ingu Poulsen Dam presti. Á skránni verða vælkendu jólasangirnir og eisini aðrir, ið eru minni kendir her um leiðir, men tó kendir í sínum upprunalandi, orgultónleikur og andakt. Øll eru hjartaliga vælkomin