Hugleiðingar
Símun Absalonsen
Nøkur búpláss í Føroyum hava eiði. M.a. Klaksvík, Eiði, Viðareiði, Svínoy, Hvalba og Vágur. Heilt frá landnámstíðini hava slík eiði drigið niðursetufólk til sín. Í mongum førum kundi sjógvurin søkjast frá tveimum síðum. Lagaði ættin tað so at brim var øðrumegin eiðið, so kundi tað vera kyrra hinumegin. Tað var ein fyrimunur at hava tvírøddan sjógv, sum tikið varð til.
Á Viðareiði og Svínoy kann havið vísa tenn frá báðum síðum, men klaksvíkingurin veit frá barnsbeini av, at Borðoyavík og Vágin eru sera ymiskar av lyndi.
Vágin er ikki bundin av kenslulagi náttúrunar. Hon er hin trygga skipahavnin, sum veitir framúr karmar fyri vinnuligum gróðrarlíkindum, uttan at neyðugt hevur verið fyrst at nýtt milliónir til grótkast og brimverju. Tann prúða Kunoyggin stendur sum verja høg og breið - og bjóðar havalduni av.
Øðrvísi er á Borðoyavík, ella á Víkini, sum hon ofta verður rópt á staðbundnum máli. Í logn er hon eitt hugtakandi prýði. Ein ótømandi kelda til íblástur hjá listafólki, tí Víkin kann leika á nógvum streingjum. Morgunroðin ella vetrarkvøld í mánalýsi. Víkin prýðir. Viðalundin úti í Grøv hevur ikki minkað um alskin til Víkina.
Eitt vakurt summarkvøld í Klaksvík er lív á og framvið Víkini ein dreymaverð fyri ung og eldri. Her við sjóvarmálan bygdu klaksvíkingar svimjihyl fyri øld síðan. Og framvið Hellisenda innast á Víkini hava ungir klaksvíkingar svomið dúgliga. Ein teirra framdi seinni stórt mandómsbragd í svimjing í samband við skipsvanlukku. Bjargingarbáturin Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag er uppkallað eftir manni, ið átti mangan svimjivørrin framvið Hellisenda.
Men tá brimið á Víkini leikar er Klaksvík fegin um, at hon eigur Vánna, ið treyðugt letur seg ávirka av náttúrunar lúnsku kreftum.
Nólsoyar Páll hevði Vánna í huga tá hann á sinni býtti festið úti á Oyri um við myrkjanoyrafestið. Hann hevði eisini heimshøvini í huga. Í dag situr floksfelagi mín frá fólkaskúlanum Archibald Black við myrkjanoyrafestinum. Listamaðurin er eftirkomari Nólsoyar Pálls í 6. liði.
Jeg elsker havet segði svenska Aina Cederblom, tá hon fyri mansaldri síðani avgjørdi, at vevskúli hennara skuldi liggja úti í Grøv. Cederblom kleiv heimshøvini í lítlum báti, men setti prýðiligan varða eftir seg framvið Víkini.
Týdningarmesta flutningsleið føroyinga frá gamlari tíð var sjógvurin. Sjógvurin knýtti búplássini saman. T.d. vóru Mikladalur og Gjógv grannabygdir. Men nú oyggjar og búpláss eru bundin saman við vegum og tunlum er alt broytt og í Klaksvík er hetta meira sjónligt enn nakrantíð áður.
Vágin var frá gamlari tíð høvuðsdyrnar til Klaksvíkar. At fremmand leitaðu sær til Klaksvíkar eftir Víkini var meira óvanligt, men tað hendi kortini. Klaksvík hevði sjálvandi einar bakdyr, sum serliga svínoyingar og fugloyingar nýttu.
Norður í Vág ella Inn í Bø, eru gomul orðafelli ið nýtt vórðu aðrastaðni, tá farast skuldi til Klaksvíkar. Fyrra orðafelli varð altíð nýtt um høvuðsdyrnar, seinna orðafelli varð stundum nýtt um bakdyrnar. Tað er ikki øld síðani at plássið fekk navnið Klaksvík. Tað sigst at fremmandir ikki altíð dugdu at skilja ímillum skipahavnirnar Suðuri í Vági og Norðuri í Vági. Fyri at beina misskiljingar burtur fekk norðara Vágin navnið Klaksvík.
29. apríl 2006 verður ein varði í býarsøguni. Og eftir henda dag verður mangt øðrvísi. Høvuðsdyrnar verða fluttar har sum bakdyrnar í øldir hava staðið. Víkin og stabbin á Hellisenda verður nú tað fysta ið gestsins eygað skoðar, tá leita verður til Klaksvíkar. Vakrari móttøku kann Klaksvík neyvan bjóða.
Men 29. apríl merkir ikki bert broyting í ferðsluni, men eisini mentanarliga og søguliga. Sjálvur sleit eg barnaskógvarnar Norðuri í Vági og har stóð vøggan. Eg má tí við sorgblídni ásanna, at tíðir broytast.