Vit kenna øll hesar søgurnar, "Søgan um tey sjey geitarlombini", "Tummil lítli", "Søgan um tað blóðreyða súreplið", "Abbi mín er sjórænari", "Køkumaðurin", "Bukkarnir Brúsi", "Lorkuleggur", "Gularótin", "Pannukøkan" og "Haran og sniðilin". Barnabøkur, sum standa á hillunum hjá nógvum, onkur teirra er langt síðani útseld og aðrar fáast enn.
Nú koma tær so út á fløgu.
- Orsøkin til, at vit eru farin undir hesa útgávuna er, at dagstovnar hava spurt eftir ljóðbondum og hoyrispølum. Á stovnunum er ein ávísur tørvur á hesum og vit hava tí valt at fara í holt við hetta. Tríggir stovnsleiðarar hava fingið fríar teymar at velja bøkurnar út, vit hava ikki sett nøkur krøv til teirra, og teir hava so valt bøkur, sum teir vita eru áhugaverdar og sum børnini tíma at lurta eftir, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Tað eru Vár B. Jacobsen og Páll Danielsen, ið vit kenna frá barnasendingini Likkulikkuleia í Sjónvarpinum, ið lesa søgurnar inn. Tey bæði hava drúgvar royndir í at lesa upp.
- Tað er púra steindeytt við fiksjón yvirhøvur í Útvarpinum. Fyrr vóru javnan ljóðmyndir, hoyrispæl og upplestur at hoyra, men tað kemur næstan ikki fyri longur. Tað hevur týdning, at børn hoyra føroyska málið í fiksjón, sigur Páll Danielsen.
Søgurnar eru allar týddar fyri nógvum árum síðani, men upplesararnir hava roynt at verið trúgvir ímóti týðingini fyri ikki at ørkymla børnini, men í førum hevur málbúnin ikki verið tíðarhóskandi.
- Fløgan er jú eisini ætlað lesiveikum og tí ber ikki til at lesa øðrvísi upp enn tað sum stendur í bókunum, sigur Páll Danielsen.
- Hugskotið við fløguni er gott, tí tað er umráðandi at børn fáa møguleikan at hvíla eyguni, royna hugflogið og ímynda sær tað, sum søgan greiðir frá, sigur Vár B. Jacobsen.
Ljóðeffektir eru til hvørja søgu fyri at gera tað meiri spennandi hjá børnunum. Søgurnar eru ymiskar í longd, tilsamans varir fløgan útvið ein tíma. Edvard Fuglø ger fløguhúsan. JakZac-Studio hevur tikið upp og tí arbeiðinum hava serliga Regin Guttesen og Niclas Johannesen staðið fyri.