Tíggjunda uppgerðin móti serbum

Tá landsliðið í kvøld fer á vøllin móti Serbia, er tað tíggjunda ferðin at eitt føroykst landslið roynur seg móti serbum. Tað er fyribils blivi til tvey føroysk mál og einki stig!

 

Søgan um teir níggju fyrstu dystirnar kunnu lesast her og onkrir av teimum eru eisini at síggja sum sjónbandabrot.

 

Fyrsta skrædlið hjá Landskorna liðnum

 

Serbia er ein partur av gamla Jugoslavia, sum Føroyar fleiri ferðir hava spælt ímóti. Fyrstu ferð var í 1991 í Jugoslavia, tá føroyska landsliðið bleiv hølvað ígjøgnum. Eftir minniligu dystirnar ímóti Eysturríki, Danmark og Norðurírlandi, var einki óført hjá føroyska landsliðnum. Tað endaði við 7-0 sigri til Jugoslavia, sum var nógv merkt av politiskum spenningi. Millum málskjýttarnar vóru so mætir fótbóltsleikarar sum Robert Prosinecki, Zvonimir Boban, Davor Suker og ikki minst Darko Pancev. Liðini hittust aftur eitt hálvt ár seinni til tað, sum seinni vísti seg at verða seinasti landsdysturin hjá gamla Jugoslavia. Við málum frá Vladan Lukic og Dejan Savicevic vann Yugoslavia dystin í Landskrona 2-0.

 

Fyrri dysturin kann síggjast HER

 

Nýtt Joguslavia

 

Til HM 1998 undankappingina er so mikið av friði í umráðnum kring Jugoslavia, at teir aftur eru at finna millum londini, ið skulu kappast á altjóða leikvøllinum. Jugoslavia leggur fram ynski um at møta Føroyum í fyrsta dystinum, tí Føroyar eisini var tað seinasta, ið teir spældu ímóti áðrenn brogarakríggi. Tankin ljóðar fittur, men helst mundi tað verða tí, at teir vildu hava eina tíð at spæla liðið saman, áðrenn teir skuldu møta onkrum av teimum størri tjóðunum. Jugoslavia vinnur dystin 3-1, sum verður spældur í Jugoslavia. Besta málið í dystinum eigur John Petersen, sum flúktar bóltin hegnisliga í málið í seinna hálvleiki. Øll málini hjá Jugoslavia koma í fyrra hálvleiki, Dejan Savicevic skorar tvey, meðan Savo Milosevic skoraði tað triðja.

 

Flotta málið hjá John Petersen kann síggjast HER

 

Retur dysturin var einki minni enn ein vanlukka, har føroyska landsliðið í oysandi regni bleiv skolað av vøllinum við einum lemjandi 8-1 tapti. Aldrin áður og aldrin síðani eru so nógv mál farin ígjøgnum hjá føroyingum í einum undankappingar dysti. Savo Milosevic skoraði hattrick, Slavisa Jokanovic tvey, meðan Predrag Mijatovic, Vladimir Jugovic og Dragan Stojkovic skoraðu eitt í part. Føroyska málið skoraði Jan Allan Muller, tá hann minkaði um munin til 2-1 aftaná ein hálvan tíma.

 

Brot frá 8-1 dystinum kunnu síggjast HERvið frásøgn frá Leivuri Hansen

 

Viknað Jugoslavia

 

Til undankappingina til HM 2002 komu Føroyar og Jugoslavia aftur í bólk saman. Hóast føroyska landsliðið fær fleiri góð úrslit í undankappingini, so er einki at gera, tá Jugoslavia kemur á vitjan á Svangasgarði. Føroyska landsliðið verður enn eina ferð hølvað ígjøgnum, hesa ferð 6-0. Mateja Kezman skoraði hattrick, Dejan Stankovic tvey og Savo Milosevic eitt.

 

Brot frá dystinum síggjast HER

 

Tveir mánaðir seinni riggar betri í Jugoslavia, vit tapa bara 2-0 og koma væl betri frá dystinum enn í Føroyum. Sinisa Mihajlovic leggur Jugoslavia á odda við beinleiðis frísparki. Seinna málið skorar Miroslav Djukic.

 

Málini síggjast HER

 

Frá Jugoslavia til Serbia

 

Til undankappingina í HM í 2010, komu vit í bólk við Serbia. Fyrsti dysturin er í Beograd í Serbia og endar við einum 2-0 tapi. Jón Rói Jacobsen er óheppin í fyrra hálvleiki og ger sjálvlmál. Føroyska landsliðið er hart kroyst, men megnar at standa ímóti líka til tveir minuttir eru eftir, tá tann 202cm høgi Nikola Zigic økir til 2-0.

 

Brot frá dystinum síggjast HER

 

Í heimadystinum á Tórsvølli er Súni Olsen nær við tvær ferðir, men báður ferðir ferð bólturin dygst framvið málinum hjá Serbia. Stutt fyri hálvleik leggur Milan Jovanovic Serbia á odda eftir trunka spæla í føroyska brotsteiginum. Neven Subotic avgjørdi dystin hálvan tíma fyri tíð, tá hann stútaði innlegg í kassan.

 

Brot frá dystinum síggjast HER

 

Seinast við møttu Serbia var í fjør í einum nærmasr skandalu kendum dysti, har dómarnir úr Luksemburg als ikki livdu upp til sína uppgávu. Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá Milan Jovanovic nytti hondina inni í brotsteiginum hjá okkum og legði upp til málið hjá Danko Lazovic. Ótrúligt at dómarin ikki sá hendingina, sum eisini legði lunnar undir restina av dystinum.

Dejan Stankovic økti við frísparki og so var 2-0 til Serbia og dysturin bara 18 minuttir gamal. Nikola Zigic gjørdi tað til 3-0 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

 

Brot úr skandalu dystinum á Tórsvølli síggjast HER

 

Í kvøld spæla vit aftur móti Serbia, men nú hevði verið gott við eini góðari uppliving móti serbum.

 

Serbiski hópurin sær soleiðis út til dystin í kvøld:

 

Málmenn:

Bojan Jorga?evi? 12 February 1982 (age 29) 4(Landsdystir) - 0(Mál) Gent

Damir Kahriman 19 November 1984 (age 26) 2 - 0 Tavriya Simferopol

Bojan Šaranov 22 September 1987 (age 23) 1 - 0 Maccabi Haifa

 

Verjuleikarar:

Branislav Ivanovi? 22 February 1984 (age 27) 42 - 4 Chelsea

Nenad Tomovi? 30 August 1987 (age 24) 6 - 0 Lecce

Milan Viloti? 21 October 1986 (age 24) 2 - 0 Red Star Belgrade

Milan Biševac 31 August 1983 (age 28) 8 - 0 Paris Saint-Germain

Neven Suboti? 10 December 1988 (age 22) 25 - 1 Borussia Dortmund

Aleksandar Kolarov 10 November 1985 (age 25) 23 - 0 Manchester City

Duško Toši? 19 January 1985 (age 26) 9 - 1 Real Betis

Slobodan Rajkovi? 3 February 1989 (age 22) 8 - 0 Hamburger SV

 

Miðvallarar:

Dejan Stankovi? 11 September 1978 (age 32) 99 - 15 Internazionale

Milan Jovanovi? 18 April 1981 (age 30) 37 - 10 Anderlecht

Zdravko Kuzmanovi? 22 September 1987 (age 23) 40 - 4 VfB Stuttgart

Radosav Petrovi? 8 March 1989 (age 22) 20 - 1 Blackburn Rovers

Ljubomir Fejsa 14 August 1988 (age 23) 3 - 0 Olympiacos

Miloš Ninkovi? 25 December 1984 (age 26) 19 - 0 Dynamo Kyiv

Nemanja Tomi? 21 January 1988 (age 23) 1 - 1 Partizan

Zoran Toši? 28 April 1987 (age 24) 34 - 6 CSKA Moscow

Adem Ljaji? 29 September 1991 (age 19) 5 - 0 Fiorentina

 

Framherjar:

Marko Panteli? 15 September 1978 (age 32) 40 - 10 Olympiacos

Jovan Damjanovi? 4 October 1982 (age 28) 3 - 0 Borac ?a?ak

Ranko Despotovi? 21 January 1983 (age 28) 4 - 0 Urawa Red Diamonds

Miralem Sulejmani 5 December 1988 (age 22) 7 - 0 Ajax