Til ber at fylgja við beinleiðis, tá ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í morgin á tíðindafundi leggur fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019, boðar fíggjarmálaráðið frá í kvøld.
Tíðindafundurin verður stroymdur á heimasíðuni á www.fmr.fo
Tíðindafundurin verður klokkan 10.00 í fundarhølinum “Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum.