Føroyska A-landsliðið hevur júst spælt sín fyrsta EM-undankappingardyst ímóti Kýpros. Talan gjørdist um føroyskt vónbrot, tí hóast mótstøðuliðið onki var at reypa av, so taptu Føroyar dystin tepurt, 20-19.
Beinanvegin tyktist føroyska liðið at hava trupulleikar. Fleiri upplagdir málmøguleikar blivu brendir. Tað var ikki ein trupulleiki hjá Føroyum at spæla seg til møguleikarnar, men annaðhvørt raktu føroyingar ikki málið, tá ið teir runnu seg leysar, ella bjargaði kýpriotiski málverjin, Christoforos Nungovitch.
Kýpriotiska liðið var tó ikki nakað serliga betri enn tað føroyska, og tískil gjørdist tað rættiliga javnt á máltalvuni. Allan fyrra hálvleik hevði Kýpros tó tepra leiðslu, men hetta varð broytt í seinastu minuttunum í fyrra hálvleiki. Tá javnaðu Føroyar fyrst til 8-8, áðrenn Nicklas Selvig við seinasta skotinum í fyrra hálvleiki legði Føroyar á odda 9-8 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki var eina løtu líkt til, at føroyingar fóru at renna undan. Hálvleikurin byrjaði við, at Lars Black hevði fleiri góðar bjargingar í málinum, og tað eydnaðist føroyingum at leggja seg á odda 11-8. Men eftir átta minuttir var leiðslan burtur, tí tá javnaði Kýpros, sum allan dystin á tamb spældi rættiliga stirvið álopsspæl, til 12-12.
Síðani var tað aftur Kýpros, sum fekk munin. Kýpros kom á odda 17-15, men føroyingar fingu enn ein møguleika at fáa stig burturúr stríðnum, tá ið Julian Olsen 10 minuttir fyri tíð javnar til 17-17.
At enda fingu kýpriotar tó aftur betru kortini á hondina. Kýpros legði seg á odda 20-19 undan seinastu minuttunum, men Føroyar fingu ein síðsta kjans at javna. Í seinasta álopinum eydnaðist tað tó ikki landsliðnum at koma ígjøgnum verjuna hjá Kýpros. Seinasta skotið átti Nicklas Selvig, tá ið hann royndi seg við fríkasti, tá ið tíðin var farin. Hetta skotið varð avrættað og hevði kós ímóti málinum, men á sjálvari málstrikuni bjargaði dagsins maður, kýpriotiski málverjin Christoforos Nungovitch, sum hevði eina rúgvu av góðum bjargingum.
Føroyar taptu 20-19, og hetta er eitt stórt vónbrot, tí mótstøðan var als ikki ræðandi.
Næsti dysturin í EM-undan-undankappingini er í morgin, tá ið Kýpros og Grikkaland spæla klokkan 18. Sunnudagin klokkan 16 spælir hondbóltslandsliðið seinna og seinasta dystin í hesari EM-undan-undankappingini, tá ið Grikkaland er mótstøðuliðið.
Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:
Kýpros-Føroyar 20-19 (8-9)
Føroyar: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rókur Akralíð 5, Nicklas Selvig 4, Julian Olsen 2, Allan Norðberg 1, Tony Weyhe 1 og Allan Norðberg 1.