VERKFALL
Hvat kann vera betri enn mánamorgunin enn ein túrur runt í ymsar handlar í Havnini. Vit hava myndatólið við. Nú skulu vit út og finna avleiðingar av verkfallinum, sum nú hevur staðið upp á síðani 8. mai.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum vita tey, at fólk eru farin at ilskast inn á verkfallið. Fólk eru vorðin troytt av, at samfelagið ikki virkar sum vant, og hóast arbeiðarafeløgini hava sína fatan av veruleikanum, so er ikki nógv at ivast í, at verkfallið merkist.
2. mai kom frítíðarlønin á kontoina, og hóast hesin peningur helst skuldi verið nýttur seinni í summar, so kemur hann væl við nú.
Men hendan mánamorgunin eru ikki nógv fólk úti og keypa. Stóra parkeringsplássið uttanfyri FK í Hoyvík er mestsum tómt. Verkfall ellla ikki verkfall. Tað eru óivað fá, sum keypa inn mánamorgun.
Finn Nielsen, stjóri í FK, sigur, at talið av kundum hevur verið tað sama sum vanligt, men nú bensinið farið at ganga undan væntar hann færri vitjanir, og tað er kanska eisini farið at merkjast.
Ein túrur runt í FK í Hoyvík avdúkar, at tað, sum kann kallast frískt og grønt, ikki er til longur.
Har eru hillarnar skralltómar. Og frysti og køli boksirnar eru stórt sæð tómar eisini. Sjálvt rís og pasta eru hamstraði.
?Fólk fóru fyrst í teir stóru handlarnar, tá verkfallið byrjaði. Hjá okkum varð nógv útselt fyri einari viku síðani, men í onkrari deild eru enn eitt nú ostur eftir, sigur Finn Nielsen.
Hann heldur, at fólk flest taka tað við einum smíli.
?Hvørki tey ella vit fáa gjørt nakað sum er, sigur Finn Nielsen.
Men í FK hava tey enn slaktaravørur. Hetta skyldast, at tey hava egnan slaktara, og hesin fekk nýggja vøru beint undan verkfallinum og eigur nógv á gloymslu. Nokk til fleiri vikur, sigur Finn.
Men tær vørurnar, sum eru útseldar, undantikið mjólk, koma ikki aftur. Aðrar vørur eru eisini við at tømast út, men Finn roknar ikki við, at tað fer at merkjast so øgiligt afturat. Sjokuláta er enn at fáa, og tað verður tað eisini langt fram í tíðina ? bæði hjá FK og aðrastraðni.
Og skuldi nakar verið svangur, so liggja í øllum førum nokk av turrum bógvum og tjógvum og bíða eftir einum komandi eigara.
Ikki alt tómt
Heldur ikki í SMS eru serliga nógv fólk ein tílíkan mánamorgunin. Í Miklagarði eru ikki bíðirøðir við kassarnar, men nøkur fólk eru komin oman at keypa sær eitthvørt. Tað eru kortini ikki tey heilt stóru innkeypini.
Eins og í FK eru ikki heilt nógvir pakkar av blæðum á hillunum. WC-pappíri er heilt burtur.
Men í Miklagarði er langt frá tómt. Tær nógvu av boksunum eru fullar av kjøti og aðrari vøru.
Kjøt trýtur ikki í langa tíð, fáa vit at vita.
Men sum alla aðrastðni er tað vøran, sum kemur hvørja viku, ið restar í.
Aðrastaðni, vit hava spurt okkum fyri, verður søgan úr FK og Miklagarði endurtikin. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tómar hillarnar eru, men tað fríska er ikki til.
Stórar mongdir
Poul Michelsen stjóri í heilsøluni við sama navnið roknar ikki við, at nakar fer at doyggja í hungri, soleiðis sum fylt varð upp áðrenn verkfallið.
?Vit selja ótrúliga uppundir verkfallið. Útfrá tí rokni eg við, at fólk hava keypt nógv undir seg, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at hetta er eyðkent fyri hamstringina, at fólk keypa so nógv, tey kunna, so skjótt tey hava møguleikan.
Annars útflýggja tey hjá Poul Michelsen bert til sjúkrahús, ellisheim og annað og koyra mjólk út.
Eingin vøra bíðar við bryggjuni, sigur Poul Michelsen, sum ikki dugir at síga, hvat verkfallið fer at kosta heilsøluni.