Tónleikalig stórhending við Gjógv

Tónleikalig stórhending verður við Gjógv leygardagin 1. juli kl. 17.00. Tá fer sjónleikarin Annfinnur Heinesen og tónleikabólkurin Aldubáran, at framføra verkið Søgan um ein soldát eftir russiska tónaskaldið Igor Stravinsky

KONSERT

Verkið snýr seg um stremb­anina eftir ungdómi og eydnu, um at pantseta sálini fyri mammon. Hetta er tað klassiska temaið, ið vit eisini kenna frá Goethe: Faust, ið selir sál sína til Mefisto.
Tónaskaldið Stravinsky verð­ur roknaður sum stóri ný­skaparin í 20. øld. Hann breyt upp úr nýggjum. Stra­v­insky var í útlegd í Sveis, tá ið hann skrivaði tón­leikin. Hóast hetta, so er verkið á tremur við russ­isk­um fólkatónleiki. Sam­stund­is blandar Stravinsky al­heims­tónleikin uppí: hann nýtir el­e­mentir úr jazz, ragtime, tango, Bach-koralir, pas­o­d­oble, wienarvals og mar­s­j­tón­leiki.
Tað kann tykjast løgið, at Gjá­argarður er staðið, har ið hetta verður framført, men verkið er júst skrivað, so til ber at ferðast við tí: Tíðirnar vóru ringar í 1918, fyrri veraldarbardagi leikaði á, so ráðini vóru ring, og nógv skuldi fáast burturúr lítlum.
Aldubáran og Tjóðpallur Før­oya, eru farnir í samstarv um hetta tiltak. Hans Tór­garð hevur stjórnað. Tekstin til verkið skrivaði Charles-Ferdinand Ramuz og Dánial Hoy­dal hevur týtt leikin til føroyskt.
Sjónleikari: Annfinnur Hein­e­sen
Tónleikarar: Anna E. Klett, klarinett. Christina And­er­s­en, fagott. Anders Ny­qvist, kornett. Andras Ol­sen, trombon. Øssur Bæk, violin. Ditlev Dam­kjær, kontrabass. Rúni K. Mouritsen, slagverk
Framførslan er liður í Summ­ar­tónum og verður í Gjáargarði leygardagin 1. juli kl. 17.00.