Bæði G!, Summarfestivalurin og Voxbotn boða í dag frá, nær teirra tónleikatiltøk verða í 2013. Eftir at G! var av gjørdi Jón Tyril, tónleikastjóri, greitt, at G! var aftur á dagsskrá næsta ár. Tað sama var galdandi fyri fyrireikararnir handan Summarfestivalin.
Nú hava báðir festivalarnir so avrátt, nær teirra tónleikatiltøk vera.
Tónleikafestivalurin í Gøtu verður dagarnar 18., 19. og 20. juli, meðan Summarfestivalurin í Klaksvík verður 8., 9. og 10. august.
Eisini fyrireikararnir handan Voxbotn hava í dag funnið út av, nær teirra tiltak verður og boða frá, at Voxbotn 2013 verður leygardagin 29. juni.