Tónleikur um alt landið

Meðan hinir føroysku festivalarnir eru á ávísum støðum, eru Summartónar um alt landið 24 bólkar og einstaklingar spæla á 64 tiltøkum á 24 konsertstøðum í 14 ymiskum bygdum og býum Her er talan um so ymisk støð sum Havnar Klubba og Havnar kirkju, Listaskálan og skúlan í Gásadali, Norðurlandahúsið og Fráhaldshúsið í Mikladali, Listasavnið á Sandi og Manhattan. Tilsamans 24 konsertstøð í 14 ymiskum bygdum ella býum.

- Royndirnar hjá okkum vísa, at tey smærru støðini ofta hava fleiri vitjandi enn tey størru. Á smáplássunum eru tey ikki so von við, at konsertir verða hildnar har, og tí koma eisini fleiri fólk. Sjálvt tær smølu tónleikagreinirnar savnað nógv fólk á smáplássunum. Men vit leggja okkum eisini eftir, ikki at geva smáplássum eina yvirdosis av smølum tónleiki, men royna at viga upp ímóti tí smala við onkrum breiðum. T.d. á Kalsoynni verður ein solo selloleikari, ið spælir modernaðan tónleik og so seinni spælimanstónleikur, greiður Kristian Blak fyriskipari frá.

Fyri Kristian eru nógvar av mest minniligu konsertunum, ið hann hevur spælt og verið á, júst hildnar á smáplássum.

- Tað er spennandi at spæla onnur støð, enn tey, sum tú vanliga spælir. Umhvørvið hevur nógv at siga, og eg minnist tildømis øgiliga væl eina konsert í Hattarvík við Rasmus Lyberth fyri nógvum árum síðan, meðan so nógvar aðrar konsertir eru farnar í gloymskuna, sigur Kristian.

 

Konsertstøð á Summartónum

Tórshavn:

Norðurlandahúsið

Miðlahúsið

Listaskálin

Havnar Klubbi

Hafnia Lounge

Manhattan

Posthúskjallarin

Müllers Pakkhús

Havnar kirkja

 

Gjógv:

Gjáargarður

Bygdarhúsið

í Gjónni

 

 

Bygd:

Oyndarfjørður, Kirkjan

Toftir, Fríðrikskirkjan

Gásadal, Skúlin

Sandur, Listasavnið

Hestur, Klæmintsgjógv

Nólsoy, Kunningarstovan

Hvalba, Roynhøllin

Kirkjubøur, Kirkjan

Trøllanes, Skúlin

Mikladalur, Fráhaldshúsið

Bøur, Kirkjan

Tvøroyri, Klubbin