Tóroddur Poulsen er føroyska uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2011. Tað er við yrkingasavninum ?Útsýni?.
Tóroddur Poulsen leitar í savninum bæði aftur í tíðina til undanfarin ættarlið og inn í seg sjálvan og egnu tíð. Yrkingarnar taka støði í egnum lívsroyndum, minnum og dreymum, umframt list og bókmentum. Hann roynir at lýsa truplar tilveruspurningar í einum eyðkendum myndamáli, sum knýtir saman tað sjálvsagda og undrunarsama.
Heitið ?Útsýni? vísir, at yrkjarin vil brúka málið at síggja alt av nýggjum.