Tórshavnar kommuna fer at greiða frá upplating

Tórshavnar kommuna hevur boðið fjølmiðlum til tíðindafund í morgin klokkan 11, har kommunan við útgangsstøði í teimum tilráðingum, sum landsmyndugleikarnir eru komnir við, fer at kunna um støðuna í kommununi, nú Føroyar lata varliga uppaftur.

Á tíðindafundinum verða borgarstjórin, Annika Olsen og trivnaðarstjórin, Jóan Petur Hentze.

Fundurin fer at snúgva seg um, hvørji stig verða tikin í Tórshavnar kommunu, nú virksemið í kommununi aftur verður økt varliga.

Tíðindafundurin verður stroymdur beinleiðis á torshavn.fo.