Týskland: Ikki størri vandi fyri yvirgangi

Týska stjórnin heldur, at USA og Bretland gera ov nógv av, nú tey ávara fólk um veksandi vanda fyri yvirgangi í londum sum eitt nú Týsklandi. Ávaringarnar úr USA og Bretlandi komu í gjár, men týski innanríkisráðharin, Thomas de Maiziere, sigur at tað er eingin orsøk til at ræða ferðafólk, tí tað er einki, sum bendir á, at vandin fyri yvirgangi í Týsklandi er størri, enn hann hevur verið.

Týski ráðharrin ásannar, at ávís støð í Týsklandi kunnu vera álopsmál hjá yvirgangsmonnum, men tað hava týsku myndugleikarnir vitað í meiri enn tvey ár. Tí er einki nýtt í hesum, sigur Thomas de Maiziere.

Týsku myndugleikarnir hava leingi mett Týskland sum møguligt álopsmál, tí landið hevur umleið 4.600 hermenn í Afghanistan.