Australia kom als ikki til orðanna í kvøld, tá Týskland á HM-leikvøllinum í Durban vann ein knúsandi 4-0 stórsigur.
Longu í 7. minutti kom Týskland á odda við einum kanónskoti hjá Lucas Padolski úr 16 metra fjarstøðu. Skotið var ikki so væl plasserað, men tað var dundrandi hart, og Mark Schwarzer í málinum hjá Australia hevði ongan møguleika at halda skotinum.
20 minuttir seinni stútaði Miroslav Klose inn ein bólt í kassan fyri Týskland. Philipp Lahm legði bóltin hegnisliga inn fyri til Klose.
Tá 67 minuttir vóru farnir, var tað Thomas Müllers sum átti tørn. Hann var spældur leysur av Lucas Podolski, og umvegis stongina setti skoraði ungi landsliðsspælarin sítt fyrsta HM-mál. Bert tríggjar minuttir seinni var tað Cacau sum staðfesti sigurin, tá hevði hann verið á vøllinum í bert ein minutt. Mesut Özil gav honum eina góða sending úr vinstru síðu.
Tim Cahill gjørdi ilt verri fyri Australia, tá hann í 56. minutti fekk tað reyða kortið fyri eina ljóta takkling.