Í dag er felagið eitt modernað og virki felag, har sera stórur dentur verður lagdur á at hava eitt stórt og fjølbroytt úrval av føroyskt sniðgivnum troyggjum. Hallbera Ólavsdóttir, sum er dóttir stovnaran av virkinum, tekur sær av hesum arbeiði, og hevur hon í ár sniðgivið umleið 60 pløgg til ung og eldri . Eisini er ein lítil partur sniðgivin av øðrum sniðgevarum, sum t.d. Elisu Heinesen, Svanhild Strøm og Malan Petersen.
Tøting hevur annars altíð hildið til í Syðrugøtu, men í seinastu viku bleiv handil nummar tvey hjá Tøting latin upp í Havn. Tá læt felagið nevniliga upp nýggjan handil á Áarvegi 14. Umframt hendan handilin hevur Tøting eisini Vilma í N. Finsensgøta, so saman við handlinum í Syðrugøtu eru karmarnir munandi betur at vísa dygdarvørurnar fram.
Í sambandi við at Tøting hevur verið virkið í 45 ára, hevur felagið eitt serligt tilboð júst nú, har fólk kunnu fáa 35% í avsláttri fyri allar troyggjur. Sum nevnt hevur Tøting umleið 60 nýggj modell árliga, og tí hava tey eitt sera stórt úrval av nýggjum og siðbundnum troyggjum á goymslu.
Felagið hevur í ár økt munandi um framleiðsluna, og er komið væl áleiðis við sniðgevingini av kollektiónini til 2008.
Í samband við tiltakið Asfalt um vikuskifti, hevur Tøting á Áarvegnum opið til kl. 20 leygardagin 9. juni.