Títlingur átti aftur besta flogið

Barnaróður gentur: Hesa ferð var spenningurin størri millum fremstu bátarnar, enn hann var á norðoyastevnu

Í fagrastu líkindum er tað í dag kappróður á eystanstevnu.

Tað er mest sum stilli á Skálafjørðinum, og tí var tað ikki so torført í dag at leggja gentubátarnar í barnaróðrinum, hóast talan var um 16 bátar. Einki gult og einki reytt kort var á lofti.

Eins og á norðoyastevnu so var tað aftur í dag nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag, Títlingur, sum vann, og aftur í dag var ein bátur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag næstfyrst á mál. Tað var Fípan Fagra.

Á norðoyastevnu var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar fimm sekund. Í dag var munurin millum teir báðar fremstu bátarnar eitt sekund.

Teir báðir bátarnir úr Vágum – Dúgvan úr Sørvági og Ørnin úr Sandavági – vóru í spennandi kapping um triðja plássið. Tað kappingina vann Dúgvan, sum var nakrar brotpartar av einum sekundi undan Ørnini.

 

1 Títlingur        02:52.17

2 Fípan Fagra 02:53.18

3 Dúgvan         02:56.12

4 Ørnin            02:56.29

5 Blikur            02:58.32

6 Sílið              02:59.26

7 Sævarmoy    03:00.02

8 Svalan          03:02.06

9 Firildur          03:06.24

10 Beinta         03:07.45

11 Havørnin    03:11.30

12 Havfrúgvin  03:11.44

13 Hulda          03:13.48

14 Ternan        03:16.45

15 Súlan          03:27.32

16 Kollur          03:29.28