Hetta hevur ikki verið árið hjá Havnar Róðrarfelag. Tað hoyrir til undantakið, at eingin manning hjá sigursvanda felagnum í høvuðsstaðnum vinnur FM, men soleiðis er tað í ár, og tað hevur sást aftur í avrikunum í hesum kappróðrarárinum.
At felagið hevur nakað at hava vónina um bjarta framtíð í varð staðfest, tá ið dreingirnir kappaðust í barnaróðrinum. Tá var tað Títtlingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann fyri fyrstu ferð í ár. Títtlingur var tað mesta av einari bátslongd undan Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum jú eisini er róðrarfelag í høvuðsstaðnum. Á fjarðastevnu var Jallurin fremstur – eitt vet undan Títtlingi.
1 Títtlingur 02:32:07
2 Jallurin 02:34:12
3 Svalan 02:36:15
4. Havfrúgvin 02:37:17
5. Firvaldur 02:38:03
6. Tekla 02:39:06
7. Drekin 02:40:05
8. Falkur 02:41:22
9 Sílið 02:42:10
10. Silja 02:43:03
11 Ørnin 02:46:20