Tað almenna skal halda seg langt burtur

Tað hevur rættiliga lætt at hildið aftur við almennum stuðli, tí búskapargongdin hevur verið rættiliga positiv síðan kreppuárini, og tørvur hevur ikki verið á almennum stuðli. Tað ger tað ikki minni týdningarmikið, at politisku myndugleikarnir halda fast um stuðulsfríu leiðina, sum varð sett eftir kreppuna í nítiárunum, sigur Jóannes Jacobsen, skrivari í Búskaparráðnum.

Seinastu tíðina hevur kreppan í alivinnuni rættiliga verið í andglettinum í fjølmiðlunum. Fyrsta gølan var, tá Bakkafrost varð ákært av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri at taka og útflyta ILA- raktan fisk á evropeiska marknaðin.
Sum at leggja stein á byrðu hjá alivinnuni hava stjórarnir í peningastovnunum úttala seg í fjølmiðlunum um, at vinnan so dánt megnar at hóra undan, og tað er alneyðugt við kapitalinnskoti. Stjórin í Føroya Banka segði m.a í samrøðu við Sosialin, at eginpeningurin hjá alifyritøkunum er við at verða etin upp av ringu aliprísunum. Í løtuni er prísurin 13-14 krónur fyri kilo, meðan framleiðslukostnaðurin liggur á góðum 20 krónum.
Í kjalarvørrinum av kjakinum um kreppuna í alivinnuni hava møguleikarnir verið nevndir fyri, at tað almenna møguliga kann veita kreppuraktu alivinnuni eina hjálpandi hond. Umboð fyri flestu politisku flokkarnar vístu tó hesum møguleikanum aftur í týsdagssosialinum. Í samband við stóru kreppuna í alivinnunu hava vit sett Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing og skrivara í Búskaparráðnum, stevnu um leiklutin hjá tí almenna, ringu støðuna hjá peningastovnunum og hvørjar avleiðingar kreppan í alivinnuni hevur fyri føroyska samfelagið.

Tað almenna halda seg burtur
Jóánnes Jacobsen er rættiliga avgjørdur, tá hann verður spurdur um, tað er rætt at veita alivinnuni almenna hjálp.

? Eftir stóru búskaparkreppuna fyrst í nítíárunum varð frá almennari síðu settir nýggjir vinnupolitiskir reglar, sum meldaðu greitt út fyri vinnulívinum, at eingin almennur stuðul varð veittur í framtíðini. Higartil hevur verið rættiliga lætt at hildið aftur við almennum stuðli, tí búskapargongdin hevur verið so positiv, og tí hevur ikki tørvur verið á almennum stuðli. Nú krepputekin eru at hóma í ávísum vinnum, er tað alneyðugt, at tað almenna megnar at halda fast um stuðulsfríu leiðina frá kreppuárunum, sigur ein avgjørdur Jóannes Jacobsen.

Skrivarin í Búskaparráðnum leggur stóra áherðslu á, at tað almenna má verða konsekvent viðvíkjandi almennum stuðli. Hann er samdur við Kristinu Háfoss, sum førdi fram í Sosialinum fyrr í vikuni, at letur man fyrst dyrnar á glopp fyri stuðli, so er rættiliga lætt at enda í somu støðu sum í áttatiárunum, tá stuðulsbylgjan til vinnulívið var í hæddini.

- Vit kunnu samanbera við støðuna, danir vóru í 80 árunum. Gjøgnum øll 70 árini devalueraðu danir ferð eftir ferð, men tá Poul Schluter kom til valdið setti hann sær fyri at tryggja dønum ein fastan valuta. Hóast stjórnin fleiri ferðir var undir stórum trýsti at devaluera, so hildu teir konsekvent aftur, sjálvt um teir upp á stutt sikt møguliga høvdu fingið gagn av eini devaluering, greiðir Jóannes Jacobsen frá.

Hann nýtir dømi um Schluter-stjórnina sum eina fyrimynd hjá politiska myndugleikanum í Føroyum um at verða konsekventir, hóast trýst er á. Jóannes vísir á, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at tað ikki verður tikið støðu frá máli til máls, sum onkur politikkari hevur nevnt, men at tað er ein greið linja viðvíkjandi almennum stuðli.

? Tað er av ómetaligum stórum týdningi yvirfyri vinnulívinum, at tað almenna hevur ein konsekventan politikk, tí fær vinnulívið ikki greið boð, so er skjótt, at tað roynir at gera sær dælt av møguleikanum at ogna sær almennan stuðul. Vinnulívið má fáa greitt at vita, at tað er vinnulívið sjálvt sum skal reka vinnulív, og ikki tað almenna. Fær vinnulívið ikki fastar karmar at halda seg til, so er vandið fyri, at tað fer at taka størri váða, enn tað átti, tí tað veit, at tað er ein møguleiki, at tað almenna tekur um endan, um tað ikki gongur, og í tí støðuni mugu vit fyri alt í verðini ikki enda í, sigur ein avgjørdur Jóannes Jacobsen.

Peningastovnarnir vunnið pening
Spurdur um, hvat hann heldur um neyðarrópini frá peningastovnunum um, at hjálp má veitast alivinnuni alt fyri eitt, svarar Jóannes, at bæði Føroya Banki og Føroya Sparikassi, sum báðir fíggja stóran part av alivinnuni, hava vunnið nógvan pening í alivinnuni seinastu árini.

? Astrup nevnir tað sjálvur í greinini, at alivinnan er ein bust-boom vinnan( ein vinna við stórum sveiggjum blðm,), og tískil er rættiliga óhugsandi, at teir báðir fíggjarstovnarnir ikki hava vart síni áhugamál, og sett eina høga rentu til tey lán, teir veitt alivinnuni. Eftir mínum tykki ber tað tí ikki so væl til at rópa um hjálp, tá teir eftir øllum at døma hava vunnið nógvan pening úr alivinnuni, sigur skrivarin í Búskaparráðnum.

Til kjakið hvørt fíggjarstovnar skulu hava heimild til at taka pant í aliloyvum, metir Jóannes, at tað er ein heldur løgin hugburður frá almennari síðu at nokta fíggingarstovnum at fáa pant í aliloyvum.

? Politiska grundgevingin fyri ikki at heimila fíggingarstovnum at taka pant í aliloyvunum hevur verið, at man ikki vil hava, at fíggingarstovnarnir seta seg á alivinnuna, men kortini bendir nakað á, at fíggingarstovnarnir kortini hava stórt vald. Hóast alifyritøkur eru so illa fyri fíggjarliga, at tær áttu at farið á húsagang, so halda fíggingarstovnarnir kortini lív í fyritøkunum, tí teir vilja ikki missa aliloyvið. Úrslitið av lógini verður tí fullkomiliga mótsatt tí, sum lógin leggur upp til, heldur búskaparfrøðingurin.

Ikki nøkur stór samfelagskreppa
Seinastu vikurnar hevur verið róð frammundir, at fer alivinnan av knóranum, so kann tað hava ræðandi avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Í løtuni eigur alivinnan góð 23% av samlaða føroyska útflutninginum, men kortini vantar Jóannes, at kreppan í alivinnuni verður sett í perspektiv.
? Tað er í so nógv sagt, at kreppan kann hava ræðandi avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Í fjør vóru í alt 160 milliónir goldnar í lønum, og tað svarar til 2,7 % av samlaðu lønarútgjaldningunum í Føroyum í fjør, og tískil skal kreppan setast í eitt ávíst perspektiv. Latið okkum siga, um helvtin av alifyritøkunum fer á heysin, so svarar tað til um 1,3 % av lønarútgjaldningunum í Føroyum, og tað er ikki nakað ræðandi tal. Sjálvsagt er tað ómetaliga óheppið hjá teimum fólkunum, sum møguliga missa teirra arbeiði, og tað er einki at ivast í at tað er ein stórur trupulleiki fyri sjálva alivinnuna, men hyggja vit uppá samfelagsbasis, so er ikki talan um nakra ræðandi kreppu, sigur Jóannes Jacobsen

Skrivarin í Búskaparráðnum vísir eisini á, at arbeiðsloysið í Føroyum ongantíð hevur verið so lágt sum júst nú, og missa fólk arbeiði, so er góður møguleiki fyri at tey kunnu arbeiði í øðrum vinnum. Jóannes vónar sjálvsagt ikki, at støðan verður so hættislig at fólk missa arbeiðið, og sigur at enda, at hann vónar, at alivinnan megnar at hóra undan.