Tað er komin proppur í tingarbeiðið, sigur løgtingsformaðurin. Hetta er akkurát, sum tað plagar at vera, sigur løgmaður og vísir á, at ein rúgva av uppskotum næstu mánaðirnar fara at verða løgd fyri tingið.
Løgtingsformaðurin hevur rætt í, at uppskot frá landsstýrinum koma í teggjum tvær ferðir um árið – upp undir ársskiftið og upp undir seinastu framløgufreist.
Løgmaður hevur rætt í, at soleiðis sum tað er nú, plagar tað at vera. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvørjir flokkar eru í samgongu og mynda landsstýrið. Allir eru teir við til at leggja soleiðis til rættis ella rættari eru teir við til ikki at leggja til rættis við tí úrsliti, at tað kemur proppur í tingarbeiðið.
Øll vita, at hetta er ein stórur trupulleiki, og eingin megnar at gera nakað við trupulleikan, tá ið tey sita í samgongu og harvið hava møguleika at gera nakað við hetta. Sambært tingskipanini eru framløgufreistirnar 5. november fyri uppskot, sum skulu samtykkjast og verða galdandi frá ársskiftinum og 8. mars fyri uppskot, sum skulu samtykkjast og verða galdandi í hesi tingsetuni. Royndirnar siga, at tað gongst tinginum illa at halda sína egnu freistir, og tí verður ofta tikið til undantøkini.
At landsstýrið bíðar við at leggja uppskot fyri tingið, inntil framløgufreistin er um at vera farin ella er farin, er ivaleyst ein av orsøkunum til, at andstøðutingmenn í ríkt mát brúka møguleikan at seta fyrispurningar, bæði munnligar og skrivligar. Harvið eru tað teir, sum halda lív í tingarbeiðnum.
At andstøðan setir so nógvar fyrispurningar til landsstýrið, ber við sær, at aðalráðini og umsitingin sum heild noyðast at brúka nógva orku at svara fyrispurningum, og harvið verður orkan til at fyrireika lógaruppskot minni, og tað sigst vera ein av orsøkunum til, at tað dregur út at fáa lógaruppskot úr aðalráðunum og til tingið at viðgera.
Taparin í hesi óndu ringrásini er lóggávan. Fyritreytirnar hjá tinginum at gjøgnumarbeiða lógaruppskotini, áðrenn tey fara til atkvøðugreiðslu, eru ikki góðar, og tað gongur út yvir dygdina í lóggávuni. Tað er bara løgtingið, sum eigur ábyrgdina av lóggávuni, og tað er bara løgtingið, sum eigur møguleikan at skipa soleiðis fyri, at umstøðurnar til lóggávuarbeiðið verða sømuligar og sámuligar.
Tað hevði klætt tinginum, og manningin hevði gjørt seg sjálva søguliga, sum megnaði at rætta ryggin og nú í vár noktaði undir trýsti og skundi at lóggeva. Um tað nú hevði eydnast at skipa soleiðis fyri, at tingið og nevndirnar á ólavsøku í 2009 fóru undir regluligt og ábyrgdarfult arbeiði, sum stútt og støðugt hevði hildið á fram ímóti sumri í 2010, so hevði ónda ringrásin verið brotin. Tað hevði gagnað arbeiðnum í aðalráðunum og umsitingini, tað hevði gagnað landsstýrinum, tað hevði gagnað løgtinginum, og mest av øllum hevði tað komið fólkinum til góða, tí fyritreytirnar fyri betri lógávu høvdu batnað munandi.