Tá einki var ein sjálvfylgja

Sunnudagin hin 11. juli verður framløga av bókini ”Tey búsettust á Oyrarbakka”, sum Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen hava greitt úr hondum.

 

Hetta er bókin um fyrstu fólkini, sum búsettu seg á Oyrarbakka.

 

 

Bókaframløgan, sum verður á torginum í Skúlanum við Streymin, byrjar klokkan 16, og á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo - sæst skráin fyri framløgutiltakið. Tað eru tey bæði, Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen, sum hava skrivað bókina, "Tey búsettust á Oyrarbakka".

 

- Hetta er ein bók um fyrstu fólkini, sum búsettu seg á Oyrarbakka. Fólk komu ymsastaðni frá í Føroyum og høvdu sínar siðvenjur og mentan við sær. Orsøkin til hesa tilflyting var, at fólk kundu keypa sær eina trøð at velta - og so byggja á økinum.

 

Lagt verður aftrat, at tað var friðarligt, høgligt og vakurt í Sundalagnum.

 

- Men, lívið her hevði eisini sínar avbjóðingar, og mong fingu eina harða lagnu. Flestu menn vóru sjómenn, og havið var mangan náðilseyst, og tað vóru tuberklarnir eisini, so fleiri mistu síni kæru. Men lívið mátti livast, og einki var ein sjálvfylgja. 

 

Í bókini "Tey búsettust á Oyrarbakka" kanst tú lesa um, hvussu fólkið búleikaðist, um sjólívið, heimalívið og hendingar, sum teimum vóru fyri. Her verður greitt frá um vegagerð, fyrstu bilarnar á Oyrarbakka, samferðslu á sjónum, rutubátar og rutubilar, skúlagongd, kirkju og mangt annað.

 

- Nógvar myndir eru í bókini, og her eru góðar søgur frá eftirkomarum, verður sagt um bókina, "Tey búsettust á Oyrarbakka".

 

 

 

Hetta er bókin um fyrstu fólkini, sum búsettu seg á Oyrarbakka.