Vártíð
Í flestu førum eru tveir mans á hvørjum báti; í onkrum føri bert tann eini. Tíðliga verður loyst á morgni, og seint verður bundið aftur um kvøldið, um veðrið er til vildar. Hetta eru langir dagar, men hugaligt er, tá ið fiskur er at fáa. Smáligt hevur verið við snelluni higartil í vár, og torført er at spáa um, hvussu seinni parturin av vártíðini man fara at roynast.
Veiðimaðurin missir ongantíð mótið. Annars hevði hann ikki verið veiðimaður. Hvør dagur er ein nýggjur dagar ? við nýggjum vónum og nýggjum møguleikum. Vignast seinna hálva av vártíðini, kann vera, at nakað er fingið burtur úr, tá ið liðugt er, og bátarnir aftur stevna suður gjøgnum Sundalagið, haðani teir eru komnir.
40-50 bátar
Meðan vit vóru á Eiði, komu fleiri bátar aftur at landi, men lítið hevði borið til hendan góðveðursdag. Einir 30 bátar høvdu lagt fiskin upp, áðrenn vit fóru avstað aftur, og besti báturin hevði góð 700 pund. Teir flestu lógu millum 200 og 300 pund, og tað er vánaligur norðhavsróður í bestu vártíð.
Ein maður, vit tosaðu við á bryggjuni, helt fyri, at fiskiskapurin hevur vignast illa higartil í vár, tá ið bert hendinga bátur seinastu tríggjar vikurnar er komin til tey túsund pundini.
- At síggja til er fiskurin góður, men magin er tómur; har er eingin sild at síggja. Í dag hugdu vit í nakrar magar, men sild var eingin, sigur útróðrarmaðurin.
Tað er rættiligur hugni á bryggjuni á Eiði eitt slíkt góðveðurskvøld um várið. Teir eldru og uppilagstu leita sær oman á bryggjukantin at forvitnast.
- Vakur fiskur, halda teir fyri, men talið er ov lítið, siga teir við sama viðfangi.
Ein tvørámaður, sum júst hevur lagt til bryggju við 200-300 pundum í kassanum, sigur, at einir 13-14 bátar av Tvøroyri eru komnir til Eiðis at rógva út í norðhavstíðini.
- Aðrir bátar úr Suðuroy eru eisini komnir norður higar, leggur hann aftrat.
Ytri og innari
Tá ið viðrar, stevna einir 40-60 bátar stundisliga á morgni út úr Eiðisflógva. Summir fara beint norðureftir; aðrir eru eystari ella vestari á. Summir royna innari; aðrir stevna til havs og fara út á einar 18-20 fjórðingar at royna.
Menn, sum vit tosaðu við, høvdu verið úti á 18-20 fjórðingum úr Kallinum og seinni um dagin úti á somu longd úr Mýlingi.
- Kanska skuldu vit havt hildið okkum eystari á ? og ikki farið vestureftir, tí sum vit hava skilt, royndist dagurin eystanfyri heldur frægari enn vestanfyri.
Soleiðis verður tosað, tá ið menn troyttir ? og kanska eitt sindur vónsviknir - eftir langan dag hava fingið fiskarnar upp úr bátinum og eru farnir at taka ís til næsta dag.
At kalla eingin bátur hevur meira enn tann eina kassan við fiski. So skjótt er at telja, hvussu nógvir bátar hava lagt upp hetta kvøldið. Kassarnir ? ein kassi í part - standa stáplaðir oman á hvørjum øðrum, har ísur er lagdur oman á fiskin.
Oman á fiskinum í kassanum liggur rognaposin.
- Vit fáa einar 13-14 krónur fyri kilo av rognum. Tey fara út á gólvuppboðssøluna saman við fiskinum.
Spurdir, um teir eisini taka livur, siga teir, at nakrir gera tað, men minni enn so allir.
Sum skilst, fáa útróðrarmenninir einar 5 krónur fyri kilo fyri livrina. Hon verður seld nýskapandi virkinum har suðuri á havnalagnum, sum húsast í bygninginum, har Hydro-Tech var áður.
Útistøð fyri FMF
Tríggir ungir mans syrgja fyri, at fiskurin, sum bátarnir fáa, kemur trygt upp á land, verður ísaður og settur upp á pláss í kassar, sum seinni verða koyrdir út á gólvuppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
Ungi maðurin, sum skásetir veiðina, Tummas Súni Joensen, er abbasonur Hans Egil Joensen, ið saman við synunum stendur fyri sonevndu útistøðini fyri Fiskamarknaðin Føroya, sum hesin parturin av virkseminum á Eiði er.
Á bryggjuni hevur hann eina lítla, men hugnaliga skrivstovu í eini bingju; har er telda og tey pappírir, sum hann hevur fyri neyðini til tess at skáseta bát og veiði.
- Vit taka okkum av at fáa snellufiskin upp á land og fáa hann út á gólvuppboðssøluna, har hann verður seldur. Somuleiðis syrgja vit fyri, at bátarnir fáa ís til næsta útróðrardag.
Tummas Súni sigur, at einir 40-50 snellubátar seinastu vikurnar hava lagt veiðina upp á Eiði, tá ið roynandi er. Men størsta talið av snellubátum, hann veit um hevur lagt veiðina upp á Eiði í ein dag, er 97.
- Tað eru eini 2-3 ár síðan. Higartil í vár hevur bátatalið ikki verið so stórt, og tað hongur ivaleyst saman við slaka fiskiskapinum, ið verið hevur, leggur hann aftrat.
Men tað er ikki bara snelluútróður av Eiði í vártíðini. Einir 10 bátar ? størri og smærri ? royna við línu, og sum skilst, hava teir stundum fingið væl av fiski.
Tummas Súni sigur, at útróðrarmiðstøðin, Bátafisk á Eiði, sum útróðrarmenninir eiga, tekur sær av fiskinum hjá flestu línubátunum.
- Einir tveir bátar, sum royna við línu, senda tó veiðina út á gólvuppboðssøluna, sigur hann.
Umframt at vera útistøð fyri Fiskamarknaðin Føroya, koyra bilarnir hjá Hans Egili Joensen og synum eisini fisk fyri ymisk virkir, eitt nú til fiskavirkið á Eiði ? og javnan koyra bilarnir eisini fisk av Fiskamarknaðinum til Klaksvíkar.
Týsmorgunin var eitt lítið lot av útnyrðingi, men aftur hendan morgunin vóru líkindi til útróður.
Seinastu dagarnar hevur veðrið verið til vildar hjá snellumonnum; nú vantar teimum bara fiskin!