Tað er ferð í klaksvíkingum

Enn eina ferð gjørdi KÍ bonkurin um seg, tá tað stóð á ímóti GÍ, sum orduliga fór niður við nakkanum, tá teir mistu ein mann

Fótbóltur

Tað var ein av teimum góðu fótbóltsdøgunum í Klaksvík sunnudagin. Heimaáskoðararnir fingu fult fyri atgongugjaldið. Veðrið var fagurt, og heimaliðið vann stórsigur. Tá trúgvu KÍ viðhaldsfólkini fóru at húsum, mundu tey iðra seg um, at skráin ikki er løgd soleiðis, at teirra lið eigur ein dyst eftir ímóti HB. Men fyribils eru tað silvurmerkini, sum tað snýr seg um.
Sum so mangan áður á heimavølli, so legði KÍ fyri sum eitt ódnarveður. Jóan Petur Olsen var neyðloysn í GÍ verjuni, sum kom undir stórt trýst fyrstu løtuna. Bjarte Vettelstad var enn eina ferð í KÍ álopinum. Heðin á Lakjuni gjørdi nógv um seg, og Allan Mørkøre var fremstur á miðvøllinum, har hann hevði leysan leiklut og ferðaðist úr borði og í borð.
Tá KÍ legði seg á odda, átti Allan Mørkøre fríspælingina inn um verjuna. Heðin á Lakjuni gjørdist leysur og sendi framvið Mortani Joensen, sum aftur hesa ferð vardi GÍ málið.
Eftir leiðslumálið megnaði KÍ ikki at varðveita trýstið. Spælið javnaðist út. Góði GÍ miðvøllurin fekk tak á. Tað varð ongantíð ófantaligt, men tað vóru nógir nærdystir, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir.
Tá GÍ javnaði, høvdu teir góða løtu verið væl við. Innleggið kom úr vinstru, og Súni Fríði Johannesen var blankur, tá hann sendi upp undir nettakið.
Klaksvíkingar svaraðu aftur undan steðginum, og umframt dygdirnar hjá KÍ, so má málið skrivast á kiks kontoina í GÍ verjuspælinum. Allan Mørkøre tveitta eitt av teimum heilt longu innkøstunum úr vinstru, og Hjalgrím Elttør var púra leysur, tá hann við handara stólpan fekk loyvi at heilflukta dygst innanfyri handaru stólparótina.

Breiður bonkur
Meðan gøtumenn vóru noyddir at taka til neyðloysn ? Jóan Petur Olsen hevur vant millum lítið og einki í ár ? tá Poul Ennigarð ikki kundi vera í miðverjuni, so sótu fleiri væl kvalifiseraðir KÍ spælarar á beinkinum og trippaðu eftir at sleppa upp í part. Tveir teirra komu á vøllin, og báðir áttu lut í málunum, sum bóru trivaliga heimasigurin við sær.
Spælið hevði gingið javnt á, tá KÍ tíðliga í 2. hálvleiki økti um leiðsluna til 3?1. Harley Bertholdsen hevði avloyst Bjarte Vettelstad. KÍ umskipaði, soleiðis at Hjalgrím Elttør fór í álopið, og Harley kom inn á miðvøllin. Eftir diagonalsending úr vinstru tamdi Harley í høgru bóltin framum seg, og so fluktaði hann við vinstra beini. Bólturin tók í ein verjuspælara og sigldi í kassan.
KÍ sigurin tóktist í eygsjón, og vánirnar styrktust uppaftur meiri, tá GÍ liðformaðurin, Sámal Joensen, sá reytt. Eftir fríspark til KÍ, sum Bartal Eliasen og Heðin á Lakjuni vóru partar av, komu Allan Mørkøre og Sámal Joensen upp at tottast, og dómarin vísti gøtumanninum, sum kendi dómin heilt órímuligan, reyða kortið.
KÍ yvirtakið øktist, tað komu tvey mál afturat, og í báðum førunum vóru ungu KÍ spælararnir partar av støðuni. Í tí fyrra førinum spældi Símun Joensen, sum hevði avloyst Jan Joensen, Heðin á Lakjuni leysan til skot, men Mortan Joensen hálvbjargaði. Bólturin støkk til Allan Mørkøre í høgru, sum legði flatt innfyri, og Hjalgrím Elttør var á rætta staðnum.
Í seinna førinum var tað tryggi vongverjin í høgru hjá KÍ, Atli Danielsen, sum legði innfyri, og Símun Joensen stútaði av brotsstpaksblettinum og niður í málhornið.

Dysturin í tølum
KÍ-GÍ 5-1 (2-1)
1-0: Heðin á Lakjuni 2
1-1: Súni Fríði Johannesen 24
2-1: Hjalgrím Elttør 34
3-1: Harley Bertholdsen 64
4-1: Hjalgrím Elttør 67
5-1: Símun Joensen 90
Dómari: Páll Augustinussen

KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Jan Joensen, Allan Mørkøre, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Bjarte Vettelstad, Heðin á Lakjuni
GÍ: Mortan Joensen ? Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen ? Súni Olsen, Sámal Joensen, Magni Jarnskor, Zdizlaw Janik, Bárður á Lakjuni ? Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski