Kommunurnar kring landið taka ikki undir við, at tær skulu fáa heimild til at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum.
Tað er annars akkurát hetta, sum er endamálið við einum uppskoti, Fólkaflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið. Sum støðan er nú, er botnfrádrátturin í kommunuskattinum 30.000 krónur. Tað merkir, at ongin kommunuskattur verður goldin av teimum fyrstu 30.000 krónunum ein tjenar um árið.
Men nú hevur Fólkflokkurin skotið upp at geva teimum kommunum, sum vilja, heimild til at hækka frádráttin upp í 65.000 krónur um árið. Flokkurin heldur, at hjá teimum kommunum, sum vilja, er hetta eitt kærkomið høvið til at geva teimum lægstløntu ein skattalætta.
Men tað taka umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini, ikki undir við. Tey vísa á, at Kommunufelagið hevur boðað teimum frá, at tær flestu kommunurnar í landinum taka ikki undir við hesum. Kommunur halda nevniliga eisini, at tað eru eisini vansar í hesum. Ein vansi er, at hetta fer at gera tær veiku kommunurnar upp aftur veikari í royndunum at draga fólk til sín.
Tí heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, at hetta málið eigur at verða viðgjørt sum ein partur av eini heildarloysn, saman við kommununum sjálvum.
Hinvegin halda umboðini fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini, at uppskotið eigur at verða samtykt, tí endamálið er at geva kommununum eitt skattapolitiskt amboð afturat, so tær kommunur, sum vilja, kunnu veita borgarunum ein skattalætta.
– Ein hægri botnfrádráttur í kommunuskattinum hevði serliga komið væl við hjá teimum, sum hava so lága inntøku, at tey onki hava fingið burtur úr lættanum í landsskattinum, siga tey.