Tað næstbesta við Føroyum er náttúran og ljósið

– Tað besta eru føroyingarnir.

Soleiðis sigur Hanne Jette Guttesen, sum í næstum fer at hava málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík – frá 16. til 22. august.

– Líka síðani er fyri fyrstu ferð sum heilt ung vijaði í Føroyum saman við mínum komandi manni, havi eg verið glatað. Eg djúpt hugtikin av føroyingum, eitt nú av teimum sera sterku familjubondum, sum eru, sjálvt langt tú í ættarliðini, sigur Hanne Jette Guttesen, sum sigur, at hetta kom henni til góðar, tí familjan hjá manninum tók so væl ímóti henni, og tí kennir hon so nógv fólk í Føroyum.

– Tað næstbesta er náttúran og ljósið! Sum myndlistafólk sleppur tú ikki undan at fáa íblástur úr náttúruni – ljósinum, mjørkanum – og tí mátanum, regnið ger litirnar sterkar og klárar, og øll brigdini av grønum. Fyri ikki at tosa um litføgru húsini, sum eins og byggiklossar eru stroyddir út av Várharra. Litirnir í vatninum úr stálgrønum yvir í smaragdgrønt, alt hetta havi í stóran mun fingið undir húðina, sigur hon.

Hanna Jette Guttesen er fødd í Thy og starvast sum lærari. Hon er gift við Julius Guttesen, sum er úr Skopun, og tey búgva á einum garði í Bindeballe, nærindis Billund. Sum málari er hon sjálvllærd, og hon er við í einum bólki av lokalum listafólkum, Randbølgruppen, sum hvørt ár á hvítusunnu sýnir fram saman, har tey hava eini 800-1000 vitjandi. Her sýnir hon eisini fram myndevni úr Føroyum.

– Nakrar av hesum myndum fari eg at sýna fram í framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík frá 16. til 22. august, og eg vóni, at nógv koma inn á gólvið at síggja akryl- og litkritsmyndirnar, sigur hon.

Tað verður Hergeir Nielsen, løgtingsormaður, sum fer letur upp framsýningina, og tónleikur verður við Ragnari Olsen og Evu Guttesen. Opið verður frá klokkan 10 til 17, tó mánadag frá klokkan 13 til 17.

– Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Hanne Jette Guttesen.