Tað rak hart á kíkin fyri seksti árum síðan

- Hvat hendi fyri seksti árum síðan her í Føroyum. Jú, sera nógv. Hetta árið vóru nógv, sum sóu ljós fyri fyrstu ferð, nógv søgdu farvæl fyri síðani at vera fjald undir moldum. Har, ið hendur sleptu, tóku aðrar við, segði Olaf í Garði Joensen á 14. Septemberhaldinum á Eiði

Fólkaatkvøða

Olaf í Garði Joensen, sum er varamaður á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoy, helt eisini røðu, tá ið 14. Septemberhald var á Eiði síðsta hóskvøld.
Hann vísti á, at undir fólkaatkvøðuni fyri seksti árum síðan fóru føroyingar í tveir partar.
- Bestu vinmenn fóru næstan í hornatøkur. Teir høvdu sitið á sama bekki og lagt mangan harðan andróður aftur um.
Olaf segði, at tey, sum vildu hava loysing, løgdu allar árar í sjógv; adrenalinið fekk blóðæðrarnar at bólgna.
- Men tað vóru eisini tey, sum fyri ein hvønn prís vildu hava verandi støðu við dønum sum evsta valdi í Føroyum. Hetta var trygdin, tí við hesum vistu tey, hvat tey høvdu, men vistu ikki, hvat tey fingu í staðin.
Hann segði, at hesi fólk meintu tað í rámasta álvara  og speiskliga varð so mótparturin spurdur, um tað var gott tarapláss á Eiði, Tjørnuvík, Haldarsvík og so framvegis.
- Hetta var maturin, sum føroyingar skuldu liva av, um teir valdu at klára seg sjálvar. Tveir vóru kostirnir, men hvørgin var mjúkur at strúka fyri tey, sum ikki høvdu tikið støðu.
Olaf segði, at á hinari síðuni søgdu loysingarfólk, at æran stóð upp á spæl.
- Hvørji mundu seinastu orðini vera hjá manninum, sum fall fyri bakka. Mundu tey vera søgd á donskum máli - ella segði hann ikki "Gud hjálpið mær?".
Jú, tað leikaði hart á, vísti hann á.
- "Eg atkvøddi fyri bóndanum"  ella "Sjálvandi valdi eg lista B". "A stendur fyri Andrass Samuelsen; tí valdi eg A", varð aftursvarið.
Olaf vísti á, at soleiðis vilja summi vera við, at fólk hugsaðu.
- Men kanska er svarið nakað heilt annað, kanska vóru tað tey fáu, sum søgdu sína hjartans meining. Tann tigandi fjøldin segði einki, men tey ivaðust ikki.
Hann segði, at í Haldarsvík rak rættiliga hart á kíkinum.
 Andrass Samuelsen var jú víkamaður, og væl hevði hann tjóðra síni viðhaldsfólk. Bróðurin, Pól, var eins og Andrass, sambandsmaður, so tað brakaði eftir í, hittinorðaður var hann, og ikki minst vóru teir fróarmenn.
Olaf segði, at øll í Hardarsvík høvdu kortini ikki somu áskoðan, sum teir báðir.
- Hans Pauli á Bø var loysingarmaður um háls og herðar, keypmaður var hann og tiltikin fyri styrki, hann var annars abbi til tiltiknu listamennirnar, brøðurnar Torbjørn og Hans Paula Olsen.
So kom fólkaatkvøðan.
- Á Eiði atkvøddu 102 fólk fyri stjórnaruppskotinum (samband), 117 atkvøddu fyri loysing, og 16 valdu blankt. Í Haldarsvík valdu 107 samband og 45 valdu loysing, tvær vóru blankar. Fólkið hevði talað.
Olaf segði, at Hans Pauli á Bø og viðhaldsfólk høvdu vunnið, føroyingar høvdu tikið loysing.
- Snarur var Hans Pauli í vendingini. Føroyska Merkið varð vundið í húnar hátt, og tann reyði, hvíti og blái liturin runnu í ástarleik við tí mjúka frælsisvindinum, sum fekk Merkið at veitra.
Olaf segði, at um hetta mundið kom Poul Samuelsen fram við. Hann var á veg út á kaiuna, og so spyr hann Hans Paula, hví hann flaggar?
- Vit hava vunnið svarar Hans Pauli. Tá skuldi Pól svara: "Fanin var eisini glaður langafríggjadag, men tað kom ein páskamorgun!" Tá Pól kemur aftur av kaiuni, er Merkið tikið niður hjá Hans Paula á Bø. Alt varð nú til einkis gjørt, sjálvt um ein meiriluti var fyri loysing, segði Olaf í Garði Joensen m.a. í røðu síni.