Orsaka av steypafinaluni hevur ikki verið spælt í Formula deildini í vikuskiftinum.
Í næstbestu deildini eru seks dystir spældir seinastu dagarnar.
Oddaliðið VB/Sumba hevði í gjár vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Tað endaði málleyst, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at VB/Sumba misti stig á heimavølli.
07 Vestur styrkti um sína støðu við 8-2 heimasigri á B68. TB legði seg á bronsuplássið við 2-1 heimasigri á AB, sum tykist hava tað torført í Suðuroy.
NSÍ hevur seinastu dagarnar spælt tveir dystir á heimavølli. 0-0 ímóti HB og 5-0 ímóti EB/Streymi bera tvífalda úrtøku við sær, og nú er NSÍ ikki aftast.
Leygardagin fara øll tey fýra, sum hava møguleika at flyta upp, at spæla á útivølli.
10. umfar
Mikukvøldið
NSÍ-HB 1-1 (1-0)
11. umfar
Fríggjakvøldið
NSÍ-EB/Streymur 5-0 (5-0)
Leygardagin
VB/Sumba-HB 0-0
Sunnudagin
Víkingur-KÍ 5-2 (3-1)
07 Vestur-B68 8-2 (2-1)
TB-AB 2-1 (1-1)
Støðan
VB/Sumba 28 stig
07 Vestur 25 stig
TB 23 stig
AB 22 stig
Víkingur 14 stig
KÍ og HB 13 stig
EB/Streymur 9 stig
NSÍ 8 stig
B68 6 stig
VB/Sumba, 07 Vestur, AB, B68, KÍ og NSÍ hava spælt 11 dystir. TB, HB og EBStreymur hava spælt 12 dystir, og Víkingur hevur spælt 10 dystir.
12. umfar
Leygardagin 21. juni
NSÍ-VB/Sumba
HB-Víkingur
KÍ-07 Vestur
B68-TB
EB/Streymur-AB