Fríggjadagin sær nýtt tiltak í Suðuroy dagsins ljós. Handlar hava leingi opið, nógv tiltøk verða at fara til, og sjálvt Smyril brynjar seg til dagin Fríggjadagin verður tiltakið Vilt í Suðuroy hildið fyri fyrstu ferð. Hesaferð verður tiltakið í Vági, men ætlanin er, at tað skal skifta millum Vág og Tvøroyri og eisini koma út til smærru bygdirnar í Suðuroynni.
Nógv verður á skránni hesa fyrstu ferðina, tiltakið verður hildið. Burtur úr rúgvuni kann nevnast kórsangur, rógving á vatninum, uppboðssøla, kappingar, kvøldseta, túnadansur, listaframsýning, mótasýning, og tónlistaskúlin luttekur við blásum, rockbólkum og øðrum.
Vilt í Suðuroy byrjar kl. 18.00 fríggjadagin og heldur fram til út á náttina. Flestu tiltøkini eru ókeypis at fara til.
Handlarnir í Vági hava leingi opið í sambandi við tiltakið, og eisini umborð á Smyrli sæst dagurin aftur. Smyril fer at bjóða sjálvtøkuborð til tey, sum fara til Suðuroyar fríggjadagin, og eisini í matstovuni umborð, Beinisvørð, verður okkurt gott at fáa. Smyril hevur júst verið á cruise-ferð kring Føroyar, og ferjan roynir at virka við til at menna tilboðini í Suðuroy, verður sagt.