Tá vindurin fer upp um frískan vind, fær tyrlan ikki lent í Koltri

Koltur liggur so opið í havinum, at næstan allar ættir sleppa framat oynni. Serliga lágur útsynningur kann gera tað trupult hjá tyrluni at lenda, vísir nýggj lýsing av staðveðrinum í oynni.

Koltur er brimpláss og liggur næstan einsamøll í havinum. Tí sleppa næstan allar ættir framat onkrastaðni á oynni.

 

Tað kemur fram í nýggjari lýsing av staðveðrinum í Koltri, sum Veðurstova Føroya hevur gjørt saman við Sjúrði í Koltri og Sørini Djurhuus.

 

Serliga lágur útsynningur kann elva til trupulleikar við ferðasambandinum. Á hesi ættini er vindurin ójavnur Heimi í Húsi, har tyrlupallurin er.

 

Fer vindferðin upp um frískan vind, ber ikki til hjá tyrluni at lenda.

 

Høgættirnar roynast best

 

Yvirhøvur eru høgættirnar tær bestu í Koltri.

 

Úr útnyrðingi um norðan og landnyrðing niður í eystan er ofta kyrt og gott veður í oynni. Tað kann tó vera kalt.

 

Er ælaveður við regni ella kava, hanga ælini ofta føst í høgu fjøllunum í Streymoynni og koma ikki um fjørðin til Kolturs.

 

Lítið er vanliga av kava í oynni. Verður hvítt, tá kavin kemur høgur og tað er kalt, fýkur hann skjótt burtur aftur. Skalvar leggjast ikki.

 

Vátt og nógv brim á lágætt

 

Lágættirnar roynast øðrvísi. Tá er ofta vátt við mjørka ella regni, og nógv brim kann vera kring oynna.

 

Vesturættin er vanliga góð til vind. Liggur hon leingi um veturin, kann hon tó hava nógva ókyrru við sær.

 

Tá kann bróta báðumegin oynna – bæði vestanfyri og eystanfyri – og óløgini kunnu ganga langt niðan í grasið.

 

Savna staðbundna vitan

 

Lýsingin av veðrinum í Koltri er tann 45. samrøðan, sum Veðurstova Føroya hevur gjørt í arbeiðinum at savna vitan um staðveður kring landið.

 

Sjúrður í Koltri er føddur og uppvaksin í oynni og hevur frá barnsbeini verið við í arbeiðinum bæði á sjógvi og landi, í bakkanum og bjørgunum.

 

Sørin Djurhuus er ættaður úr Søldarfirði, men búði nøkur ár í Koltri í uppvøkstrinum og tók lut í dagliga virkseminum í oynni.

 

Ætlanin hjá Veðurstovuni er at gera samrøður um staðveðrið í øllum búplássum í Føroyum.

 

Les upprunagreinina hjá Veðurstovu Føroya.