Planta eitt træ í góðum grannalag

Á hvørjum ári, tá ið umhvørvisvikan er, letur Tórshavnar kommuna ókeypis trø at planta í nærumhvørvinum. Hetta hevur verið gjørt í mong ár, og nógvir borgarar eru glaðir fyri hesa tænastu.

Og illa fær tað verið grønari, sum hevur so nógv at siga í hesum tíðum, at vit seta niður smá trø í okkara egna urtagarði, fyri síðani at fylgja við, hvussu tey vaksa.

 

Summi av hesum trøum vaksa hálvan til heilan metur um árið, samstundis sum tey spíla seg út og uppeftir. Skjótt eru tey fleiri metrar høg, og vaksa líka upp til mønuna ella enn longur.

 

Samstundis sum tín urtagarður fríðkast og veksur, reisir seg spurningurin, um grannar og grannaløg hava somu gleði av vøkstrinum sum tú.

 

Hvørja gleði hevur grannin av, at títt træ verður so høgt og stórt, at alt útsýni, sólargangur og ljós má víkja? Og hvussu um veturin, tá ið gangurin er nógvur frá greinum, ið sláa inn á bæði hús og á vindeygu? Fyri ikki at tala um, tá ið tey størstu trøini kunnu brotna í stormi og kanska gera stóran skaða rundan um seg?

 

Ongar reglur

 

Í sambandi við almennu hoyringina av serstøku byggisamtyktini fyri Rabarbukvarterið, sum var fyri einum ári síðani, gjørdu fleiri í hesum serstaka grannalagnum vart við, at tørvur er á eini áseting um mest loyvdu hædd á trøum.

 

Millum annað vildu fólk hava greiðar ásetingar um viðlíkahald av urtagørðum, so trø ikki skuldu kunna vaksa seg óavmarkað stór – ikki minst, tá ið talan er um trygd og sólargang, ið átti at verið ein sjálvsagdur rættur hjá øllum.

 

Býráðsumsitingin vísti á, at kommunan ikki hevði heimild til at áseta mest loyvdu hædd á trøum í byggisamtyktum, men hevur gjørt eina vegleiðing, “Plantið eitt træ í góðum grannalag”, sum lýsir, hvussu trø og runnar mest skynsamt verða plantað og hildin í grannaløgum.

 

Alt gott um tað, men at ongar reglur eru fyri, hvussu vorðið er við trævøkstri, er ein vánalig støða, ið skjótt kann elva til illstøðu og ósemju millum grannar. Hetta, tí eingin myndugleiki hevur tikið støðu til tað, so tað er púrasta upp til grannalagið at loysa møguligar trupulleikar á økinum.

 

Øll vita vit, at tað neyvan er so lætt at skula biðja grannan um lækka, kappa niður ella tynna út millum síni trø, so ljós, útsýni, hædd og tættleiki av trøum í grannalagnum kann vera rímiligt.

 

Reglur og eftirlit má til

 

Tað er ikki rímiligt, at grannar skulu loysa trupulleikar, vit kundu sloppið heilt undan, um reglur vóru á økinum, so øll vistu, hvat tey kundu gera, og hvat tey kundu loyva sær og ikki.

 

Vit kunnu ikki liva við, at myndugleikin kastar frá sær og letur alla ábyrgd upp í hendurnar á grannaløgum. Einki kann byggjast uttan byggiloyvi og hoyringar, og soleiðis átti eisini at verið, tá ið talan er um at planta vøkstur, ið kann gerast ein bági fyri grannalagið.

 

Heldur ikki er nakað eftirlit við hesum, so fólk, ið fáa trupulleikar av ótálmaðum trævøkstri hjá grannanum, fáa als onga hjálp frá kommununi. Tað er jú ikki stuttligt, tá ið høg og breið trø hjá grannanum køva títt umhvørvi, so sól, ljós og annað bara verður burtur.

 

Tíbetur eru grannar, sum væl duga sær hógv, og tað er at gleðast um. Men so leingi sum ongar reglur eru yvirhøvur, kunnu grannar bara lata standa til, tíverri. Og av tí at eingin granni vil seta eitt annars gott grannalag upp á spæl, verður einki sagt.

 

Tað ber ikki til, at kommunan letur borgarum trø og annars heitir á teir um at planta, men ikki tekur ábyrgd av tí, ið hesin vøkstur kann elva til. Tí eigur Tórshavnar kommuna at taka ábyrgd, hjálpa til og hava eftirlit við, at trævøkstur ikki verður “ov nógv av tí góða”.

 

 

 

Heðin Mortensen

 

býráðslimur