Óstøðugt vatntrýst í Norðragøtu

- Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur

Í dag boðar Eysturkommuna frá, at óstøðugt vatntrýst er í Norðragøtu í løtuni. 

 

Talan er um gøturnar, Torbjarnargøtu og Sjúrðargøtu, í Norðragøtu.

 

- Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu seinnapartin í dag.