Tað yður við ferðamannaskipum

Nógv fleiri ferðamannaskip enn vanligt hava vitjað á Havnini higartil í summar.
Góð og miðvís marknaðarføring er helst orsøkin til hesa ótrúliga stóru framgongdina.

 

 Tað var ein vøkur sjón at síggja hjá havnarfólki: Sjáldan áður man tað hava verið gjørligt at sæð trý stór ferðamannaskip á Havnini samstundis.
Í góðveðrinum í gjár vitjaðu nevniliga tey trý ferðamannaskipini Crystal Symphoni, Columbus við 377 og Black Prince við 412 ferðafólkum. Og longu í morgin kemur enn eitt ferðamannaskip á Havnina, nevniliga Sea Princess. Hetta seinasta skipið kemur á Havnina kl. 8 og fer avstað aftur kl. 17.
Hugaligt tykist tað hjá fólki at síggja øll hesi mongu ferðafólkini, sum á sín hátt seta dám á býarmyndina ein slíkan dag.
Tann týdning hetta hevur fyri handilslívið má ein heldur ikki undirmeta.
Fyrsta ferðamannaskipið kom á Havnina 25. mai og ímorgin kemur so seinasta fráboðaða ferðamannaskipið í ár.
 
Stór øking
Árið í ár hevur verið metár tá talan er um vitjanir av ferðamannaskipum á Havnini. Einki annað ár hava so mong skip verið á Havnarvág.
Higartil í ár hava 41 ferðamannaskip vitjað Havnina, og tá Sea Princess kemur í morgin verður hetta skipið tað 42. í røðini.
Onnur ár hevur talið ligið beint undir 30 og beint yvir 30 skip, men í ár eru tey økt við eini slakari helvt.
Tá trý slík skip vitja á Havnini samstundis er brúk fyri øllum góðum kreftum og bussum til flutning av øllum hesum vitjandi. Í gjár vóru tí bussar úr øllum landinum í vinnu út frá høvuðsstaðnum.
 
Góð marknaðarføring
Høvuðsorsøkin til hesa økingina er uttan iva tað arbeiðið sum er gjørt við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland hjá teimum, sum vilja njóta útsýnið av skipi.
Hvørt ár verður hildin ein stóra ferðavinnuráðstevna, har dentur m.a. verður lagdur á at vísa oyggjarnar fram sum ferðavinnumál.
Ikki kann sigast annað, enn at hetta arbeiðið sum Tórshavnar Havn hevur gjørt, hevur borið úrslit.
Hinvegin má ein ikki undirmeta týdningin av tí, sum ferðafólkini sjálvi uppliva og siga øðrum frá.
Eitt heilt annað er eisini tað, at ferðafólk ynskja at ferðast sjóvegis í einum øki, har tað ikki er ófriðarligt.
Tað er helst so sum eitt umboð fyri føroysku ferðavinnuna tekur til:
- Her hjá okkum er veruliga friðarligt, og tí koma tey hendavegin. Tað kundi meiri enn so hent at hetta bara fór at vinda uppá seg enn meiri í framtíðini!