Tað er grátuligt og skal ikki henda

Fólk skulu ikki ganga óttafull, tí at tey ikki sleppa til kanningar


Tað er grátuligt at kvinnur ganga óttafullar og stúra. Og tað skal ikki henda.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum í løgtinginum í morgun.

Nógv hevur verið frammi um, at kvinnur ikki sleppa til kanning fyri bróstkrabba, hóast tær hava ávísing frá lækna. 

Landsstýrismaðurin sigur, at nú eru mannagongdirnar broyttar fyri, hvussu farast skal fram, tá ið kvinnur verða sendar til kanningar fyri bróstkrabba, mammografi.

Kvinnur, sum hava fingið ávísing frá kommunulækna til eru slopnar til kanningar. Men í summum er ávísingin send kommunulæknanum aftur til nærri viðgerð. Í teimum førum hevur røtgenlæknin skotið upp, hvussu farast skal fram.

 

Landssjúkrahúsið metir, at onkustaðni ímillum 25-50 ávísingar um kanningar fyri bróstkrabba, eru sendar kommunulæknanum aftur.

 

Annars eru mannagongdirnar broyttar, so at nú verða ongar ávísingar sendar aftur. Samstundis hevur landssjúkrahúsið boðað frá at allar kvinnur, sum hava ávísing til kanningar, verða kallaðar inn.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi stúrir fyri at seinasta orðið er ikki sagt í hesum málið.

Hon sigur, at nakað síðani stóðu 200 kvinnur á bíðilista eftir at sleppa til mammografi og hon skilir ikki, hvussu tann bíðilistin kann hvørva eftir ongari tíð.

Hon veit eisini dømi um, at kvinnur ikki eru slopnar til allar eftirkanningarnar, men hava verið noyddar at fáa tær hjá privatlækna.

 

Karsten Hansen sigur, at tað var í mai í fjør, at bíðilistin var á 200 kvinnur, men síðani er hann minkaður munandi.

Hann sigur, at hann fer at fylgja væl við gongdini, tí tað skal ikki henda, at fólk ganga og stúra tí at tey ikki sleppa til kanningar, tá ið tey hava fingið ávísing frá lækna.