Tað kemur meira enn so fyri, at bilførarar lata lyklarnar liggja í bilinum, og seinastu tíðina hevur hetta í minsta lagi í tveimum førum havt við sær, at bilur er stolin.
Herfyri hendi tað, at ein bilførari hoyrdi bilin hjá sær starta og koyra úr túninum. Men, tað var ein óboðin gestur, sum tók bilin úr túninum og koyrdi avstað.
Bilurin hevði hol á útstoytinum, og tí kendi eigarin ljóðið og boðaði løgregluni frá. Bilurin varð funnin aftur dagin eftir - í sama standi, sum tá hann varð tikin í túninum.
Eigarin, sum meldaði tilburðin, varð sjálvur skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað bilin móti stuldri, og hetta gevur eina bót.
Um nátturða tíð í gjárkvøldið varð eisini ringt til løgregluna, og enn einaferð var tað ein bilur, sum varð stolin. Løgreglan sigur, at hetta hendi norðanfyri.
Tað tók tó ikki langa tíð, til bilurin varð funnin aftur - og enn einaferð í sama standi, sum tá hann varð stolin.
Í hesum førinum vóru tað tveir blaðungir dreingir, sum ikki høvdu aldur til koyrikort, sum høvdu stolið bilin. Løgreglan heldur, at helst hava lyklarnir ligið í bilinum.
Um tað verður staðfest, at lyklarnir lógu í billinum, fær eisini hesin bileigarin eina bót fyri ikki at hava tryggjað bilin móti stuldri.